14. umfar í 1. deild er í dag. Talan er kortini bara um fýra dystir. FSV04 vann mikukvøldið 1-0 á heimavølli ímóti KÍ. Klaksvíkingar høvdu biðið um, at dysturin varð framskundaður, tí fleiri av KÍ spælarunum hósdagin fóru til Svøríkis við KÍ, sum í dag spælir Intertoto í Stokholm.
Oddaliðið B68 vitjar á Tvøroyri, har tað í vikuskiftinum er Jóansøka. Fyrsta bríkslið er sett at vera klokkan 18. Spurningurin er so, hvussu langt teir fara at verða komnir við kappróðrinum, tá ið farið verður undir fótbóltsdystin.
Grannauppgerð er í Leirvík, har ÍF vitjar, og tveir dystir eru í Gundadali.
LÍF-ÍF Lars Müller kl. 15.00
TB-B68 Høgni Hansen kl. 18.00
HB-NSÍ Eugen Voda kl. 15.00
FSV04-KÍ 1-0 ? spældur mikukvøldið
B36-SÍ Jóannes Mikkelsen kl. 17.15
B68 37 stig
FSV04 30 stig
ÍF 22 stig
LÍF 19 stig
TB 18 stig
NSÍ 18 stig
SÍ 12 stig
HB 11 stig
KÍ 11 stig
B36 5 stig
FSV04 og KÍ hava spælt 14 dystir, ÍF og HB hava spælt 12 dystir, og hini liðini hava spælt 13 dystir.