Toppliðið kiksaði í Sarpugerði

Kvinnur: Tvífaldu greipuvinnararnir megnaðu 1-1 ímóti ÍF/Víkingi/B68, og KÍ vann í Gundadali

Tað hevur ikki riggað so væl hjá EBS/Skála higartil í ár. Meistaraliðið og steypavinnararnir tvey tey seinastu árini eru niðast á støðutalvuni, men í dag gjørdi liðið ein ordiligan vørr.

Tað var oyggjauppgerð í Sarpugerði millum felagsliðini í oynni. Toppliðið ÍF/Víkingur/B&8 tók ímóti EBS/Skála.

Heilt óvæntað var úrslitið. Tað endaði 1-1. Bjarta Djurhuus legði gestirnar farmum, tá ið ein tími var farin, og átta minuttir undan leikloki javnaði Hanna I. Højgaard til 1-1, sum varð úrslitið.

Í Gundadali hevði B36 vitjan av KÍ, sum fór til hús við 3-0 sigri. Øll málini vórðu skorað í seinna hálvleiki.

Sigrun Sirdal legði beinanvegin eftir steðgin KÍ framum 1-0, miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði Durita Hummeland, og fimm minuttir undan leikloki staðfesti innskifta Malena Josephsen 3-0 KÍ sigurin.

ÍF/Víkingur/B68 er oddalið við 24 stigum, KÍ hevur 22 stig, HB hevur 19 stig, B36 hevur seks stig, og EBS/Skála hevur fýra stig. ÍF/Víkingur/B68 og B36 hava spælt ellivu dystir, og hini liðini hava spælt tíggju dystir.

Nú er summarsteðgur fram til 25. juli.