Toppliðini draga frá

EB/Streymur vann í dag tryggan heimasigur og 07 Vestur tepran sigur á útivølli

Undan hesum umfarinum í næstbestu deildini var EB/Streymur ósigrað topplið, og 07 Vestur var næstfremst. Soleiðis er tað eisini eftir fimta umfar. Bæði EB/Streymur og 07 Vestur vunnu ídag, meðan FC Suðuroy, sum undan hesum umfarinum hevði sama stigatal sum 07 Vestur, í dag tapti 3-2 í Gundadali ímóti Giza/Hoyvík.

 

EB/Streymur hevði vitjan av NSÍ. Í gjár gróvu teir kavan av vøllinum við Margáir, og í dag vunnu heimamenninir 3-0. Málskjúttarnir eru allir veteranar, ið hava vunnið nógv í bestu deildini, sum EB/Streymur aftur hevur kós ímóti.

Leif Niclasen og Brian Olsen skoraðu einaferð í part síðsta korterið undan steðginum, og miðskeiðis í seinna hálvleiki staðfesti Marni Djurhuus trivaliga 3-0 sigurin.

 

Væl teprari var tað hjá 07 Vestur, sum tó hevði øll stigini við sær norður aftur um Skopunarfjørð. Úrslitið var 1-0. Einsamalli málskjúttin var Gunleif Magnusarson, sum fekk hol á, tá ið tað restaðu tríggir minuttir av fyrra hálvleiki.

Trettan minuttir undan dystarenda hevði Holgar Durhuus møguleika at økja um leiðsluna, men hann misnýtti brotsspark.

 

EB/Streymur er ovast við fullari úrtøku – 15 stig – og 07 Vestur er næstfremst við 13 stigum, meðan FC Suðuroy og Giza/Hoyvík hava 10 og 9 stig.

Niðast er B71 við trimum stigum.