Toppliðini vunnu trygt

AB og 07 Vestur eru eisini eftir 8. umfar ósigrað í í næstbestu fótbóltsdeildini.

Fýra dystir vóru á skránni í kvøld. Oddaliðið AB var í Klaksvík. Úrslitið var 4-0 til AB eftir 3-0 leiðslu í hálvleikinum. Sigurin ber við sær, at AB framvegis hevur fult stigatal.

07 Vestur hevði vitjan av EB/Streymi, og úrslitið var 4-1, eftir at EB/Streymur legði seg á odda, og støðan var 1-1 í hálvleikinum.

Grannauppgerðina á Svangaskarði vann B68 5-2 á NSÍ, sum er aftast.

Skála megnaði ikki á útivølli at vinna á Víkingi. Úrslitið var 1-1, eftir at Víkingur var á 1-0 eftir 1. Hálvleik.

Síðsti dysturin í 8. umfari er millum HB og B71, sum hittast hóskvøldið í næstu viku.

 

Støðan

Støðan

AB 24 stig

07 Vestur 22 stig

Víkingur 13 stig

Skála 10 stig

KÍ 10 stig

B68 10 stig

HB 7 stig

B71 7 stig

EB/Streymur 5 stig

NSÍ 3 stig