Tað bíðar ein stór uppgerð í Gundadali nú seinnapartin. FM favorittarnir í HB fáa vitjan av EB/Streymi, sum seinastu vikurnar hevur víst spæligleðina, ið liðið plagdi at vera kent fyri.
EB/Streymur hevur seinastu vikuna spælt tríggjar ferðir, allar ferðirnar er liðið farið av vøllinum við fullari úrtøku, og málmunurin er 14-1. Einasta málið, sum er farið ígjøgnum hjá René Tórgarð, varð skorað við brotssparki.
Hetta tíðarskeiðið, tá ið teir í Sundalagnum hava vunnið tríggjar ferðir og við stórum fetum hava tikið seg nærri silvurplássinum, hevur HB als ikki spælt. Tað harmar venjaran Oddbjørn Joensen.
-Vit gleða okkum til at fáa vitjan av EB/Streymi. Men samstundis vita vit ikki heilt, hvussu støðan hjá okkum er. Í nógvar vikur hava vit bara spælt ein dyst, og tað er eitt handikapp. Vit kunnu síggja tað frá tí síðuni, at EB/Streyma menninir eru troyttir, tí teir spældu bæði í vikuskiftinum, aftur mikukvøldið og so ímóti okkum sunnudagin. Men tað kann væl vera, at tað er størri handikapp hjá okkum, at vit als ikki hava spælt. Tað ávirkar venjingarnar, og vónandi eydnast tað at rætta fokus aftur inn á tað, sum tað snýr seg um, sigur Oddbjørn Joensen.
Men hvussu skuldi tað verið øðrvísi lagt til rættis?
-Eg hugsi serliga um finaluna í steypakappingini. At hon skal vera orsøk til, at landskappingin liggur lamin eitt heilt vikuskifti í bestu fótbóltstíð, haldi eg vera við síðuna av. Landsliðsterminirnar fáa vit einki gjørt við, og tað, sum hevur verið orsøk til, at dysturin ímóti AB varð fluttur, gongur framum alt, sum hevur við fótbólt og alt annað at gera.
Hjá HB er miðvallarin Heini Vatnsdal leikbannaður. Símun Samuelsen spælir ikki aftur í ár, og vongverjin í høgru Jógvan Rói Davidsen er eisini langtíðarskaddur. Tróndur Jensen hevur vikarierað á vongverjanum, og ímóti B36 var Kristin R. Mouritsen í ódnini, sum Símun Samuelsen plagar at vera í.
-Hetta var ikki so galið, staðfesti EB/Streyma venjarin Rúni Nolsøe eftir 5-1 stórsigurin á NSÍ mikukvøldið, og harvið segði hann ikki ov nógv.
EB/Streymur hevur verið í Gundadali tvær ferðir fyrr í ár. Í fyrra førinum varpaðu teir í Sundalagnum HB úr steypakappingini – tað var eftir brotssparkskapping – og í seinna førinum vann HB sannførandi 2-0 sigur í landskappingini.
Hugsa tit framvegis um FM heitið?
-Nei, vit hugsa bara um at vinna næsta dystin. Tað er ikki realistiskt at droyma um, at vit kunnu røkka heilt upp á toppin, hóast tað hevur gingið framúr væl seinastu ferðirnar. HB er átta stig frammanfyri okkum, men tað eru bara trý stig fram til ÍF, sigur Rúni Nolsøe.
Aftur og aftur verður sagt, at tað er í álopspartinum, at stóra styrkin hjá EB/Streymi er at finna.
Men Rúni vil fegin undirstrika, at verjuparturin eisini er stinnur:
-Tølini siga, at tað er bara hjá HB, at tað eru farin eins fá mál ígjøgnum sum hjá okkum. At verjuparturin er stinnur kemst m. a. av, at vit eiga ein tann besta málverjan í landinum. Saman við Jákupi Mikkelsen er René Tórgarð besti málverjin í EFFO deildini. Hann er í góðum aldri, og eg skilji als ikki, at hann ikki fær landsiðsboð, sigur EB/Streyma venjarin og hevur fleiri boð upp á stinna verjupartin:
-Veteranarnir í verjuni standa seg væl saman við Rógva E. Nielsen, og á miðvøllinum hevur tað seinastu ferðirnar riggað væl hjá Brian Olsen og Niels Paula Danielsen, sum er sera arbeiðssamur og hevur nøs fyri at gera mál. Hinar framrættaðu menninar kenna vit øll.
Fara tit at leggja størsta dentin á verjupartin ímóti HB?
-HB hevur skorað 53 mál, sum er hægsta máltalið av øllum. Vit hava skorað 48 mál, sum er næsthægsta talið. Hvussu dysturin fer at myndast ber illa til at siga, men eg ivist onga løtu í, at talan verður um sera intensa og undirhaldandi uppgerð, sigur Rúni Nolsøe, sum í mong ár spældi við HB, og sum nú er venjari í EB/Streymi.
Arnar Dam og Gert Hansen hava skaðar at dragast við, sum órógva teir nógv. Arnbjørn Hansen verður ikki við ímóti HB, og so er tað spurningurin, um Egil á Bø enn eina ferð verður togaður úr hattinum:
-Nei, tað verður hann ikki. Hann hevur verið óførur at hjálpa okkum, tá ið tað hevur staðið á. Seinastu ferðirnar hava allir sum ein víst seg frá síni bestu síðu, og tí broyta vit ikki stórvegis, nú vit fara í Gundadal, staðfestir Rúni Nolsøe.