Toppskjúttin fegnast um hálvfinaluplássið (FM1)

(FM1) Hoyr Tummas Paula Hanusarson, toppskjútta hjá Kyndli og Eli Gærdum, málverja hjá StÍF seta orð á 24-19 (11-10) sigurin hjá Kyndli á Skála í kvøld

##med2##

Kyndil vann seg í hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini við 24-19 sigri á StÍF í høllini á Skála. Í steðginum var Kyndil á odda 11-10.

Tummas Pauli Hanusarson var toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum. Kristoffur Bjørgvin og Tróndur Wardum skutu fýra mál hvør fyri Kyndil. Pætur Barclay og Bjarni í Selvindi vóru toppskjúttar hjá StÍF við fimm málum hvør.

Kyndil hevur seks stig, Neistin hevur tvey. StÍF hevur eisini tvey stig og aftast er Team Klaksvík í bólki 1 við ongum stigi.

Í morgin klokkan 16 spæla Team Klaksvík og Neistin seinasta dystin. Neistin er risafavorittur, og um Team Klaksvík ikki fremur ársins sensasjón er Neistin víðari til hálvfinalurnar.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá seinastu løtuni av dystinum millum StÍF og Kyndil.

2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1 í kvøld, Alexandur Johansen taka samanum tað sum Alexandur nevnir ein vánaligan dyst við nógvum villum, men har Kyndil stóð seg munandi betur í verjupartinum. 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við toppskjúttan hjá Kyndli, Tummas Paula Hanusarson sum skoraði sjey mál í kvøld. Tummas Pauli undirstrikar, at steypakappingin hevur alt siga fyri Kyndil, tí landskappingin er farin.

4) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við málverjan hjá StÍF, Eli Gærdum sum staðfestir eitt súrt tap, har StÍF ikki fekk fatur á Kyndli. StÍF livir tó enn væl og virðiliga í landskappingina, og nú verður fult fokus á landskappingina hjá StÍF. 

 

(Samrøður: Tummas Pauli Hanusarson og Eli Gærdum)