Tróndur var í fjør toppskjútti í 1. deild, tá AB flutti upp í Vodafone-deildina.
Hann valdi tó at flyta aftur til barndómsfelagið, HB, men har hevur hann havt sera trupult við at vinna sær pláss á besta liðnum.
Samstundis hava argjamenn roynt at leita sær styrk til álopið, og nú er avtala so gjørd við HB. Avtalan staðfestir, at Tróndur skal spæla við AB, tað sum eftir er av kappingarárinum.