Toppur móti botni

Flogbóltur: Meistararnir úr Mjølnir fáa um vikuskiftið vitjan av fuglfjarðakvinnum, meðan Fleyrkvinnur skulu vestur í Vágar at hevna tapið í semifinaludystinum týskvøldið

Mest spennandi dysturin í flogbólti hetta vikuskiftið verður eftir øllum at døma dysturin á Giljanesi sunnudagin. Tá hittast Dráttur og Fleyr og tann dysturin er ein endurtøka av semifinaluni, sum varð leikt týskvøldið.


Hevnd fyri semifinaluna

Tann dystin vann Dráttur eftir tógvið stríð, og tí er lítið at ivast í, at Fleyrkvinnurnar vilja gera alt fyri at vinna dystin á Giljanesi sunnudagin. Tað kom teimum illa við, at tær mistu steypafinaluna á gólvið, serliga tá havt verður í huga, hvussu illa hevur gingist í hond hjá teimum í ár.

Í veruleikanum er dysturin sunnudagin seinasti møguleiki hjá Fleyrkvinnum at vinna seg inn á Drátt, sum er liðið, sum liggur beint omanfyri tær í stigatalvuni. Tapa tær dystin, verða tær at taka til takkar við fjórðaplássið og í ringasta føri, fimtapláss.

Tað plássið hevur ÍF í løtuni, men tær eru ikki so langt aftan fyri Fleyr. Her skulu vit tó siga, at havnarkvinnur hava tann fyrimunin, at tær hava leikt ein dyst færri og tí hava ein møguleika eyka at enda frammanfyri ÍF.

ÍF skal annars til klaksvíkar at vitja meistararnar sunnudagin. Mjølnir vann meistaraheitið seinasta vikuskiftið, og hóast tær hava lagt upp til at nýggir leikarar skulu fáa pláss og leiktíð, so er lítil ivi um hvør fer at vinna tann dystin.

Fram skal reisa seg

Hjá monnum eru eisini tveir dystir á skránni. Mjølnirmenninir fáa eins og kvinnurnar vitjan úr Fuglafirði. Støðan hjá mansliðnum hjá ÍF er ógvuliga lík teirri hjá kvinnuliðnum hóast teir vóru meistarar til seinasta vikuskiftið tá Fleyr tók tann heiðurin frá teimum.

Fuglfirðingar liggja og róta í botninum av stigatalvuni og hava havt ilt við at fóta sær í ár. Kortini hava teir gjørt onkran hissini vørr og millum annað vunnu teir á Mjølnir á Kambsdali í fyrru helvt. Men síðani hevur gingið meira striltið at vinna nakrar dystir.

Mjølnir harafturímóti er væl fyri í løtuni og tað tykist, sum hava teir fóta sær nú kappingin nærkast endanum.

Fyri stuttum vunnu teir sær rætt at spæla steypafinalu móti Fleyr og sum dystirnir teirra millum hava háttað sær higartil í ár, er ikki óhugsandi at Mjølnir kann vinna tann dystin.

Teir hava í hvussu er vunnið fleiri dystir á Fram í seinastuni og eru í løtuni besta boðið upp á ein silvurvinnara í løtuni.

Hitt boðið, sum er Fram, skal til Sørvágs at spæla. Sørvingar hava fullkomiliga mist fótafestið í seinnu helvt eftir eina framúrskarandi góða byrjan. Stígur er komin í av ymsum ávum og torført er at spáa um teir megna at gera nakað við Fram, sum liggur og togast við Mjølnir um silvuri.