Toppurin í Javnaðarflokkinum: Skræð samgonguskjalið

-Tað einasta rætta at gera hjá hesi samgonguni er at koyra samgonguskjalið í

ruskspannina.

Tað segði formaður Javnaðarfloksins og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, í løgtinginum í dag, nú uppskotið um fíggjarkarmarnar er til viðgerðar.

Hann mælti til, at samgongan leggur samgonguskjalið í eina skuffu og heldur setur seg niður at samráðast um ein nýggjan málsetning og tað skal vera at fáa búskaparligu støðuna aftur á beint.

Endamálið sum samgongan skal seta sær, skal vera at gjøgnuføra seks nýskipanir fram til næsta løgtingsval og tað skulu vera nýskipanir á fiskivunnuøkinum, skúlaøkinum, kommunuøkinum, eftirlønarøkinum,

sjúkrahúsøkinum og á almannaøkinum.

John Johannessen, politiskur formaður í Javnaðarflokkinum heldur, at hugskotið er vert at taka upp og at áseta sær hesa einu uppgávuna teir 20 mánaðirnar, sum eru eftir til valið og tað er at fáa skil á búskaparligu støðuna og at gjøgnumføra nýskipanirnar.