Toppurin líkist sær sjálvum

Trý tey fremstu vunnu í dag, tá ið tað eisini eydnaðist Manchester United at vinna fulla úrtøku

Einki óvæntað hendi, tá ið 27. umfar í Onglandi var á skránni í dag. Hóast einki leyp av, so eydnaðist tað Chelsea at vinna 1-0 á heimavølli ímóti Everton, sum serliga í 1. hálvleiki beit frá sær. Sigursmálið skoraði John Terry í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat.

Hjá Arsenal var eingin slingur í valsinum. Sunderland varð sent til hús við 4-1 tapi. Olivier Giroud  skoraði tvær ferðir í 1. hálvleiki, tá ið eisini Tomas Rosicky kom á talvuna. Ein lítil tími var farin, tá ið miðverjin Laurent Koscielny við stútara eftir horna økti um leiðsluna til 4-0. Tíggju minuttir undan leikloki pyntaði Emanuele Giaccherini um fyri Sunderland.

Manchester City átti heimavøll ímóti Stoke. Einsamalla málið skoraði Yaya Touré, tá ið tað restaðu 20 minuttir.

Í kvøld eydnaðist tað Manchester United at vinna fulla úrtøku á útivølli ímóti Crystal Palace. Tey bæði álopsessini – Robin van Persie og Wayne Rooney – skoraðu málini í 2. hálvleiki.

Chelsea og Arsenal hava fyri 27 dystir ávikavíst 60 og 59 stig, og Manchester City hevur 57 sti fyri 26 dystir.

Liverpool, sum í morgin eigur heimavøll ímóti Swansea, hevur 53 stig, og Tottenham, sum í morgin skal spæla í Norwich, hevur 50 stig, og so hava Manchester United og Everton 45 stig.

Niðast er Fulham við 21 stigum, Cardiff hevur 22 stig, og Sunderland hevur 24 stig. Dygst omanfyri strikuna  eru Norwich og WBA við 25 stigum og Crystal Palace við 26 stigum.

 

Chelsea-Everton 1-0

Arsenal-Sunderland 4-1

West Bromwich Albion-Fulham 1-1

Manchester City-Stoke 1-0

Cardiff-Hull 0-4

West Ham-Southampton 3-1

Crystal Palace-Manchester United 0-2

 

Í morgin

Liverpool-Swansea kl. 13.30

Newcastle-Aton Villa kl. 13.30

Norwich-Tottenham kl. 16.00