Eftir landsfundin í Javnaðarflokkinum um vikuskiftið, er tað greitt, at ovasta leiðslan í flokkinum verður tann sama hetta næsta árið, sum hon hevur verið hetta síðsta árið.
Longu frammanundan var tað greitt, at Jóannes Eidesgaard fór at halda fram sum formaður, tí valevni til starvið sum formaður, skuldi vera flokkinum í hendi í seinasta lagi tríggjar vikur undan landsfundinum og tá í onki uppskot kom inn, varð greitt, at Jóannes Eidesgaard heldur fram hetta næsta árið.
Men veljast skulu eisini tveir næstformaður og teir skulu vera hvør sítt kyn. Tey, sum hava røkt hesi bæði størvini, eru Randi í Jógvansstovu í Leirvík og Petur Páll Mikkelsen úr Gøtu og tað var heldur ongin, sum bjóðaði teimum báðum av, so tey halda fram.
Men so skuldu eisini tríggir limir veljast í starvsnevndina. Tey trý, sum manna starvsnevndina, eru Maud Næs úr Hvalba, Kristian Magnussen úr Havn og Eyðgunn Samuelsen úr Klaksvík og tey vórðu somuleiðis afturvald, men her skuldi val til, tí William Sand Davidsen á Sandi og Ann Elisabeth Joensen úr Havn vórðu eisini í uppskoti til starvsnevndina, men hvørgum eydnaðist at verða vald