Toppurin vann á botninum

Neistin tóktist ikki reiðiliga hava fingið armarnar niður eftir steypasigurin síðsta vikuskiftið. Í øllum førum vóru greipuvinnararnir ikki eins einaráðandi hesaferð sum onkutíð fyrr

Nú gleða spælararnir og venjararnir hjá Neistanum seg bara til finalurnar. Liðið hevur vunnið steypakappingina og sætið í finalunum um føroyameistaraheitið er tryggjað. Neistin hevur tískil einki at spæla fyri næstu vikurnar. Næstu dystirnir eru ikki petti meira enn venjingardystirnir hjá liðnum, sum hevur verið einaráðandi í føroyskum manshondbólti seinastu tvey kappingarárini.
Neistin var á vitjan hjá Team Klaksvík leygardagin. Ein dystur, sum bara skuldi avgreiðast. Tað sermerkti eisini spælið hjá steypavinnarunum. Neistin var stundum lítið sannførandi í verjuspælinum, og tað gav heimaliðið lætt spæl. Team Klaksvík fekk heili 30 mál, men gestirnir fingu seks mál fleiri. Úrslitið varð 36-30 til Neistan.

Fyrireika seg
Ingi Olsen, sum er spælandi venjari hjá Neistanum, var burturstaddur hesaferð. Hann var tískil ikki við. Hansara uppgáva næstu vikurnar verður fremst av øllum at fyrireika hópin til finalurnar. Tað er helst ein vansi, at liðið hevur einki at spæla fyri næstu seks landskappingardystirnar. Nú skal Ingi Olsen syrgja fyri, at spælararnir taka uppgávurnar í ramasta álvara, og at leikararnir varðveita stórformin, sum liðið hevur verið í. Tað er ein torfør uppgáva, tá einki yvirhøvur stendur upp á spæl.