Toppurin vann stórsigur á botninum

Hondbóltur: Nógv meira er ikki at siga um dystin millum Kyndil og GÍ/Tjaldrið, sum endaði 35-14 til Kyndil

Tað er ongantíð lætt at skula skriva nakað áhugavert um ein dyst, sum endar 35-14. Í dag er tíbetur longri ímillum tílík úrslit enn tað var fyri nøkrum árum síðani, men tey koma altso framvegis fyri av og á, og soleiðis var tað sunnudagin, tá Kyndil vann á GÍ/Tjaldrinum.

Sum úrslitið sigur, var klassamunur á liðunum, og serliga í seinna hálvleiki skoraði Kyndil eftir vild. Fyrstu minuttirnar var tað annars GÍ/Tjaldrið, sum var frammanfyri 3-1, men ein av trupulleikunum hjá teimum hevur í ár verið, at tað gongur striltið við at skjóta mál. Sunnudagin fór Kyndil einu løtuna frá 5-4 upp á 12-4, og seinastu níggju minuttirnar av dystinum eydnaðist tað als ikki eysturoyarliðnum at skora. Tá fór heimaliðið frá 29-14 upp á 35-14, sum altso bleiv endaliga úrslitið.

GÍ/Tjaldrið byrjaði við at seta Monu Langgaard at mansverja Lotte Sørensen, men tað gav sera gott pláss í verjuni hjá samanlagda liðnum. Strikuspælarin hjá Kyndli, Conny Poulsen, hevði eisini gott rásarúm og bleiv við sínum tíggju málum toppskorari í dystinum. Og tað gekk heldur ikki so leingi, fyrr enn GÍ/Tjaldrið fór burtur frá mansverjuni.

Í hálvleikinum førdi Kyndil 17-8, og longu tá var greitt, at her var einki meira at spæla um. Tá munurin var so stórur, fekk venjarin hjá Kyndli eisini høvi til at skifta spælarar út, og tilsamans níggju spælarar býttu tey 35 málini ímillum sín.

Hjá GÍ/Tjaldrinum glógvaði Sunrid Gleðisheygg av og á við nøkrum góðum langskotum, men annars er lítið at minnast aftur á hjá teimum. Tað einasta positiva, GÍ/Tjaldrið fekk burtur úr vikuskiftinum, var, at tað heldur ikki eydnaðist VB at fáa nakað stig hesaferð?