Torbjørn vann vikuskiftiskappingina

Havnar Telvingarfelag hevur átikið sær at skipa fyri trimum vikuskiftiskappingum í vár. Í juni mánaða verður HT-open.

Talv

Uppmøtingin til fyrstu kappingina í vár var góð; 32 luttakarar, ið vórðu býttir í fimm bólkar. Fimm umfør blivu leikt; Fyrsta umfar fríggjakvøld, 2-3. umfar leygardag og 4-5. umfar sunnudag. Kappingin bleiv leikt 5-7. mars
Seinastu árini hevur at kalla bert verið møguligt at telva í liðkappingini og FM-einstaklingakappingi. Tó hava børnini og unglingar havt optimalar karmar seinastu mongu vetrarnar við liðkappingum og einstaklingakappingum, eins og elitan hevur havt møguleikar at telva í IM-kappingum.
Men vanligar rataðar kappingar fyri øll áhugaði hevur sanniliga vantað. Tí eru kappingarnar í vetur eitt óført átak av høvuðsstaðarfelagnum.

Kollfirðingar í toppinum
Fyrsta kappingin varð rættiliga spennandi. Serliga í tveimum teimum sterkastu bólkunum. Hans Kristian Simonsen varð favorittur, og hevði eisini møguleikan at vinna kappingina, tá hann undan seinasta umfari var á odda. Men Torbjørn Thomsen vann við svarta fólkinum á favorittinum og yvirhálaði Hans Kristian.
Ikki bert kollfirðingarnir stríddust um fyrsta plássið. Klaksvíkingurin Finnbjørn Vang snoddaði til toppin, og vann sær eitt heiðurligt deilt annað pláss. Torbjørn fekk loksins 4 stig av 5 møguligum, meðan Hans Kristian og Finnbjørn fingu 3,5 stig. Síðani varð eitt lop niður til Rógva Jacobsen (2), Rana Baldursson (1,5) og Bernhard Augustinussen (0,5).
Var uppmøtingin góð, var kappingin hinvegin kanska ikki so sterk sum vónað varð. Tó myndaðu mongu unglingarnir kappingina væl, og tað er fegnast um. Helst fara fleiri +2000-telvarar at royna seg í komandi vikuskiftiskapping, ið verður stutt eftir FM á Toftum.
Í mai mánaða verður tann triðja kappingin í røðini av vónandi enn fleiri tílíkum tiltøkum. Og tað nýtist ikki bert vera Havnar Telvingarfelag, ið skipar fyri...
Í Bólki 2 vórðu tríggir vinnarar við 3 stigum: Unglingarnir Helgi D. Ziska og Sjúrður Thorsteinsson, og veteranurin Gutti Petersen.

Ratingfongur
Jón Gregersen vann Bólk 3 við fullum stigatali. Jón vann sær nærum 200 ratingstig fyri avrikið! Jón hevur helst lært nógv av NM-unglingakappingini, sum hann herfyri luttók í saman við níggju øðrum føroyingum.
Bólk 4 vann Tór D. Joensen stutt framanfyri Óla Jákup Muller, meðan Hjalti Toftum vann trygt Bólk 5, og omaná fekk Hjalti yvir 100 ratingstig.