Tórður skiftir ikki til KÍ

Tórður Thomsen skiftir ikki til KÍ allíkavæl. Ístaðin tykist sannlíkt at fyrrverandi U-21 landsliðsmálverji skal verja málið hjá KÍ

Leingi hevur verið tutl í krókunum um, at B36 málverjin, Tórður Thomsen, fer at verja málið hjá KÍ komandi kappingarár.

 

Í seinastu viku gittu vit á in.fo, at Tórður Thomsen fór at verja málið hjá antin NSÍ, KÍ ella B36 komandi kappingarár. Tá so B36 síðani boðaði frá, at Tórður Thomsen ikki helt fram í felagnum, samstundis sum NSÍ kunngjørdi Símun Rógva Hansen sum nýggjan málverja, tóktist eingin ivi at vera longur.

 

Men so einfalt er tað ikki. Sambært vælvitandi keldum hjá in.fo, er okkurt íkomið sum ger, at Tórður Thomsen ikki fer at undirskrivað sáttmála við KÍ. Samstundis ljóðar tað eisini, at KÍ arbeiðir við at knýta fyrrverandi U-21 landsliðsmálverjan, Kristian Joensen, afturat hópinum ístaðinfyri Tórð Thomsen. 

 

Støðan við Tórði Thomsen til komandi kappingarár tykist tí ógreið í løtuni.

 

 

 

Les eisini: Trý kríggjast um Tórð Thomsen

 

Les eisini: Tórður Thomsen steðgar í B36

 

Les eisini: Nú er bara KÍ eftir