– Vit gera tvey mistøk, sum merkja, at vit missa bóltin rímiliga aftarlaga á vøllinum, og tað ger, at teir fáa hasi bæði málini, staðfesti venjarin hjá NSÍ, Pauli Poulsen, eftir dystin við Løkin leygarkvøldið.
– Vit royna at spæla fótbólt ímóti einum liði, ið spælir langar bóltar í 90 minuttir, og tá er torført at fáa spælið at flóta.
NSÍ-venjarin var ikki so hugaður at tosa um málini fyri framman, men vísti bara á, at næsta málið er at vinna síðsta dystin fyri summarsteðgin, sum verður á Svangaskarði ímóti B68, ið júst hevur yvirhálað NSÍ. Tí verður grannauppgerðin hóskvøldið tann stóri dysturin um triðja plássið.