Hósdagin 17. til leygardagin 19. juli skipar SMS fyri marknaðardøgum á torginum. Privatpersónar, stovnar og fyritøkur hava møguleika at vera handilsfólk í SMS í tríggjar dagar, hósdagin, fríggjadagin og leygardagin, og selja alt millum himmal og jørð. Hetta er eitt gott høvi hjá Per og Pól, Lenu og Marsannu og øllum hinum at vísa sínar vørur fram í nógv vitjaða handilshúsinum. Í tíðindaskrivi frá SMS verður sagt, at ætlanin er at hava slíkar torgdagar tvær ferðir um árið.