Danmarksmeistaraheitið í einkultstarti var í gjár. Føroyski Torkil Veyhe, sum súkklar við Team WeBike-CK Aarhus, var ímillum teir 62 súkklararnar, sum skuldu súkkla hendan 43 km-teinin í Vordingborg.
Heldur óvæntað gjørdist Martin Toft Madsen frá Team Almeborg-Bornholm danmarksmeistari á einkultstartinum. Við tíðini 51:43 endaði hann 12 sekund frammanfyri Michael Valgren frá tí vælkenda Tinkoff-liðnum.
Torkil Veyhe, sum hevur fingið nógv góð úrslit í ár, var við har frammi og vann sær eitt flott 9. pláss. Hann endaði tveir minuttir og 53 sekund aftanfyri vinnaran.