Torkil og Hans Kristian hava fulla úrtøku

Talan var um fleiri óvæntað úrslit, tá ið annað umfar var telvað sunnudagin

Tvey umfør eru telvað í FM kappingini fyri einstaklingar, sum tað leygardagin varð farið undir á Giljanesi, og sum heldur fram inntil páskaaftan.

Í dag var annað umfar, og úrslitini lagaðu seg soleiðis, at tað nú eru tveir telvarar, sum framvegis hava fulla úrtøku. Tað eru Hans Kristian Simonsen og Torkil Nielsen. Í dag vann Hans Kristian Simonsen við hvítum á Sjúrði Thorsteinsson, meðan Torkil Nielsen vann á Martini Poulsen.

 

Sigurin hjá Torkili Nielsen var merkisverdur. Torkil vann FM tríggjar ferðir í áttati árunum, meðan Martin Poulsen nógvu tey seinastu árini hevur verið millum teir stinnastu og eisini hevur vunnið FM fleiri ferðir. Styrkistalið hjá Martini Poulsen er 2234, meðan tað hjá Torkili Nielsen er 2163.

Eftir tvey umfør er Martin Poulsen tann einasti, sum onga úrtøku hevur vunnið.

 

Tað var við spenningi bíðað eftir brøðrauppgerðini millum Rógva Egilstoft Nielsen og Høgna Egilstoft Nielsen. Teir báðir hittust sunnudagin, og tað endaði remis. Onkur kundi kanska hildið, at teir báðir gjørdu skjótt av og eftir lítlari løtu tóku í hondina á hvørjum øðrum, men soleiðis var tað ikki.

Yngri beiggin, Høgni, sat við hvíta fólkinum. Talan var um eirindarleyst stríð, har tað beinanvegin varð farið undir at býta fólkið upp. Rógvi kroysti við svørtum hvíta kongin upp í ein krók, men tað eydnaðist Høgna at snúgva sær úr støðuni. Í endaspælinum hevði Rógvi tríggjar finnur og Høgni tvær, men støðan myndaðist soleiðis, at tað ikki bar til hjá Rógva at fáa nyttu úr manningarligu yvirvágini, og so endaði tað javnt eftir 55 leikir.

 

Tað var heilt óvæntað, at tað skuldi eydnast Silas Eyðsteinsson við svørtum at vinna á Carl Eli Nolsøe Samuelsen, sum hevur 2214 í styrkistali, meðan tað hjá Silasi er 2006.

 

Talvið millum klaksvíkingarnar Finnbjørn Vang og Tummas Martin Sólsker endaði remis.

Støðan eftir tvey umfør: Hans Kristian Simonsen og Torkil Nielsen 2 stig, Silas Eyðsteinsson og Rógvi Egilstoft Nielsen 1 ½ stig, Carl Eli Nolsøe Samuelsen 1 stig, Høgni Egilstoft Nielsen, Sjúrður Thorsteinsson, Tummas Martin Sólsker og Finnbjørn Vang ½ stig og Martin Poulsen 0 stig.

 

Triðja umfar verður mánadagin klokkan 17.00:

Rógvi Egilstoft Nielsen – Hans Kristian Simonsen

Tummas Martin Sólsker – Høgni Egilstoft Nielsen

Martin Poulsen – Finnbjørn Vang

Silas Eyðsteinsson – Torkil Nielsen

Sjúrður Thorsteinsson – Carl Eli Nolsøe Samuelsen