Tórshavnar Súkklufelag skipaði í vikuskiftinum fyri FM í einkultstarti og landavegkoyring.
Fríggjakvøldið varð kappast í einkultstarti. Teinurin var 40 km langur og koyrt varð frá Kollafirði til rundkoyringina við Streymin og aftur til Kollafjørð.
Fitt av vindi var, og hetta ávirkaði úrslitið hjá flestu súkklarunum, men ikki øllum. Ikki Torkil, sum allarhelst koyrdi sín besta einkultstart higartil. Hann var í einum klassa fyri seg fríggjakvøldið og vann hann við meira enn tveimum minuttum á nummar tvey.
Hann koyrdi teir 40 kilometrarnar uppá ein tíma og ein minutt, og tað gevur eina meðalferð sum er beint undir 40 km/t.
Eitt frálíkt úrslit hjá einum so ungum súkklara, og verður gongdin sum hon hevur verið higartil, er Torkil allarhelst eitt gott boð upp á ein av manningini sum skal manna føroyska landsliðið komandi summar, tá Oyggjaleikir verða á Rhodos.
Úrslitið hjá Torkil var sum sagt sera gott. Tað sama kann sigast um avrikið hjá Súsonnu Skylv Sørensen. Hon koyrdi teir 40 kilometrararnar uppá ein tíma 19 minuttir, og gevur tað eina miðalferð beint yvir 30 km/t.