Torkil skrivaði søgu

Hann tryggjaði felagi sínum stig, sum tað ongantíð áður hevði megnað at vunnið.

Tað hevur gingist væl hjá Torkili Veyhe, síðani hann í vetur skifti úr Odder CK til Team WeBike-CK Aarhus. Føroyski súkklarin, sum eisini gjørdi um seg á oyggjaleikunum síðsta summar, skrivaði fríggjadagin søgu við nýggja felagi sínum.


Tað var í kappingini Himmerland Rundt, at Torkil Veyhe vísti tenn og gjørdist nummar sjey út av teimum 198 súkklarunum. Góða úrslitið hevði við sær, at hann vann sær UCI-stig, og vóru hetta fyrstu UCI-stigini í søguni hjá Team WeBike-CK Aarhus.


Eisini í gjár luttók hann í UCI-kapping, hesaferð í Skive. Torkil var óheppin – hann punkteraði í einari avgerandi løtu og endaði tískil ikki ímillum teir fremstu.