Sum vanligt er, eftir lokna FM kapping fyri einstaklingar, verður mett um vakrasta talv í kappingini. Vakurleikasteypið frá FM kappingini í Klaksvík um Páskirnar vann Torkil Nielsen úr Sandavágs Talvfelag. Eftirmetingarnevndin var ivaleys í avgerðini. Talvið var ímillum Torkil Nielsen og Ólav Simonsen, sum báðir - ofta - leggja doyin á álopstelving. Talan er um fyrsta vakurleikasteypið hjá Torkili yvirhøvur, hóast mangir kandidatar munnu vera í longu talvkarrieruni.