Torkil var óheppin

Eitt óhapp var munurin ímillum Torkil Veyhe og eitt frálíkt úrslit í danskari súkklukapping.

Torkil Veyhe, sum súkklar við Team WeBike-CK Aarhus í Danmark, var ímillum teir eyðsýndu súkklararnar á 186 km longum teini í GP Herning um vikuskiftið.


Saman við Thomas Guldhammer frá Vejle Cykel Klub slapp Torkil í eitt útbrot, sum vann seg væl fram um hinar og eina løtu var 45 sekund frammanfyri feltið.


Torkil Veyhe var tó óheppin – hann punkteraði, og so bleiv hann nummar 51 heldur enn at fáa eitt frálíkt úrslit, sum hann var ávegis til áðrenn óhappið rakti.