Torleif Bech: Mamma livnaði upp aftur

Læknin hevði sagt mammuna at vera deyða, men pápin fekk hana aftur til lívs, so hon fekk nøkur ár afturat. Torleif heldur fram við síni frásøgn

---
2. partur

Óli Jacobsen
----
Í fyrsta partinum varð greitt frá systrunum Malenu og Johannu Jensen, sum komu av Strondum, og sum giftust við tveimum beiggjum í Porkeri, Zacharias og Jákup Bech. Torleif heldur fram við frásøgnini:
Mamma og pápi giftust inn til pápabeiggja mín, Zacharias. Men tað var skjótt, at pápi fór at byggja.
Tað var ikki bara sum at siga tað at byggja hús tá á døgum. Tá ið pápi bygdi húsini í Hólinum, vóru teir ikki meira enn komnir niður um svørðin, tá var klettur fyri. Tá var ikki so lætt at skjóta sum nú. Teir brúktu krút, men tað var vanda­mikið. Fjúsið var eisini krút, sum brendi skjótt, so tað var fleiri ferðir, at skaði stóðst av tí. Men húsini komu upp í øllum góðum.

10 systkin, trý fullu frá
Vit vóru 10 systkin, tríggir brøður og sjey systrar. Tey komu í hesi røð:
Anna Elisabeth f. 1913, Jona f. 1915, Sanna f. 1917, Johannes f. 1919, Johanna f. 1920, Simona f. 1922, Hjørdis f. 1924. Maria, Torleif f. 1930 og Hilmar f. 1933. Sum tað sæst var stutt millum systkini, serliga teimum elstu. Hetta var strævið hjá mammu eins væl og hjá nógvum øðrum konum.
Yngstur av okkum er Hilmar, sum er kendur sum lærari, og sum tingmaður fyri Javnaðarflokkin í mong ár. Triði beiggi, Jóannes, upp­kallaður eftir pápabeiggjanum, sum gekk burtur við Langanes, fekk meningitis og doyði tvey ára gam­al.
Tað hendi tað, at terrin var so vána­ligur, at tað var liðið út við hoygg­ing. Tað var komið út í ok­tober. Ein dagin tey gjørdu sátur, var Jóannes við. Hann fekk krím, sum vísti seg at vera meningitis, og hann doyði stutt eftir. Jóannes fór til gravar sama dag, sum systirin, Simona, varð fødd, 15. oktober 1922. Hetta var tann fyrsta sorgin av fleiri sum rakti familjuna.
Um systrarnar kann sigast, at Anna Elisabeth, giftist Pól uttan Heyga í Porkeri, og áttu tey son og dóttir.
Jona fór niður til Danmarkar, har hon giftist. Hon átti fýra døtur.
Sanna giftist við Ove Leo, son Poul í Sjúrðhúsi í Vági. Tey áttu fimm børn.
Simona giftist við Arna Mohr í Vági. Tey áttu tríggjar synir um­framt ein sum doyði.
Hjørdis giftist við Arna Poulsen í Vági, og tey áttu eina dóttir.
Jolina og eg eiga tríggjar døtur og ein son.
Hilmar giftist við Kristinu úr Haldórsvík. Tey eiga dóttir og son.

Pápin kom tvær ferðir heim til deyðsboð
Tvær systrar doyðu blaðungar. Jo­hanna gjørdist einans 17 ára gomul. At missa hana var serliga hart hjá pabba. Eg haldi, at hann var við Heimdal hetta árið í 1937. Hon var sjúk, tá ið hann fór, men hon fekk tað so betri og tyktist at vera blivin mestsum heilt frísk. Pápi fekk eisini fjarrit umborð við hesi góðu boðum.
Men hesin betri livimátin var stokk­utur, og hon doyði stutt eft­ir. Tað hevði ikki borið til at lata pabba boðini um tað, sum sam­skiftis­viður­skiftini vóru.
Tá ið hann kemur heim, tá fær pápi at vita, at Johanna var deyð og jarð­að. Hetta var sjálvsagt ógvu­liga hart, men soleiðis var tað so mangan tá í tíðini.

Aftur skakandi boð
Árið eftir upplivdu vit aftur ein sorgarleik. Hetta var tann 27. juli 1938. Hetta árið var pápi og fiskaði við Honnu í Grønlandi.
Evald Hentze á Sandi var skipari. Teir koma heim í september. Tá kundu vit í Porkeri síggja skipini koma inn eftir fjørðinum frá tí mastrartopparnir sóust. Tað vóru porkeningar við fleiri av skipunum, tí fylgdu vit væl við. Tey ankraðu á fjørðinum í Vági, tá lá ikki so væl fyri at leggja at. Vit fóru til Vágs at taka ímóti og vórðu so sett umborð við einum báti.
Eg minnist væl, at vit komu á dekkið. Vit hava tosað, sum at pabba var í lugarinum, og hann hoyrdi eisini óvitarnar uppi á dekkinum. Sjálvandi hevði hann væntað, at onkur av hansara vóru við.
Pabba kemur so upp á dekkið, og hann sær meg. Hann kemur til mín, og tað fyrsta hann spyr er: “Hvar er Maria?” Hana væntaði hann eisini at síggja. Oy, Jesus, eg hugsaði ikki so mikið, enn at eg sigi, at Maria er druknað í summar!
Hon var trý ár eldri enn eg, f. 1927, og hon druknaði í einum svimji­hyli her í Porkeri. Pápi visti av ong­um. Eg síggi hann fyri mær enn. Hann stóð miðskips og fall inn móti stórbátin. Har varð hann hang­andi, inntil farið varð í land. Teir máttu taka hann og fáa hann í bátin, so hetta var eitt ræðuligt slag fyri hann.
Maria var 10 ára gomul. Tað vóru tvær gentur saman við henni. Onn­­ur var 11 og hin var 12 ár. Tær dugdu ikki væl at svimja. Maria hevði ein krans at halda sær uppi við, men hon var dottin úr honum, og hon hevur ikki klárað at sleppa sær upp á turt. So hetta var ein ræðu­lig­ur stoytur fyri øll. Tað hevði ver­ið áar­førið, og hetta gjørdi tað ikki lætt­ari at bjarga sær. Mamma hevði biðið hana ikki fara, og hon visti av ongum fyrr enn hon fekk deyðs­­boðini.
Tískil vóru vit sjey systkin sum komu til.
Tríggjar systrar búðu í Vági og ein í Porkeri. Nú kenni eg nógvar vág­­bingar, og teir geva hesum systrum tað skoðsmál, at tað var fram­úr gott samband millum tær. Tær vóru altíð saman, tá ið høvið var til tess.

Mamman var søgd at vera deyð, men...
Eg var bara 19 ár, tá ið mamma doyði, 57 ára gomul.
Hon hevði tað við at støkka upp at bløða.
Eina ferð var tað serliga dramat­iskt. Vit vóru i torvi, og veðrið var stak gott. Vit standa í øllum góðum og laga torvlutir, tá kemur eitt systkinabarn okkara og rópar “Jákup!”
Pabba ánaði, hvat mundi vera áfatt, og hann fór beinanvegin heim til húsa. Simona og eg hildu á at laða, til liðugt var, og vit fóru so heim. Tá ið vit koma á Bakkan heimanfyri húsini har vesturi í Hólinum, tá hitta vit ein gamlan mann, Jóan Petur Villumsen. Hann hevði verið inni hjá okkum, og hann sigur, at nú er mamma deyð. So hetta vóru syrgilig boð at fáa júst komin at húsum. Eg minnist, at vit settu okkum á ein stein at kúra.
Læknin hevði verið hjá mammu, og hann hevði sagt um mammu, at nú var hon farin. Pabba var ein róligur maður, og hann fór so oman í stovuna. Hann tekur undir ryggin á mammu og lyftir hana upp. Tá kemur ein blóðfloymur fram úr henni. Tá hendir tað óvæntaða, at hon raknaði við aftur. Tá var lækn­in farin frá henni sum deyða. So merkiligt kundi tað vera.
Tá var eg 14-15 ár. Mamma livdi  fýra fimm ár aftaná hetta. Hon var annars so sterk og røsk, ikki minst til útiarbeiði.

Minniligi túrurin við Falkinum
Pápi mín fór til skips 14 ára gamal við Ben Stark hjá Petur H. Dahl í Vági. So fór hann til skips við Elini, har Dánjal Jákup Müller í Porkeri var skipari.
Síðani fór hann við einum til­tiknum manni hiðani, sum kall­að­ist Niels Pauli Kjærbæk, vanliga nevndur Nelli Palli. Hann er um­røddur í Siglingarsøguni hjá Páll Nol­søe. Millum annað var hann skip­­ari á teirri kendu Slanguni, sum mang­an brattan fór.
Har var hann við í átta ár. Hetta var við Britannia hjá Morten­sen­monnunum á Tvøroyri.
So fór pápi í 1918 við Falkinum, Petur Mortensen var skipari. Sama vár vóru teir úti fyri eini sera dramatiskari hending. Teir fóru út av Tvøroyri. Veðrið var sera gott. Men tað var nógv run í sjónum við aldu. Tað var eisini kolasvart í toku.
Men nú síggja teir brim fyri framman og varnast, at teir eru við at fara á flesjarnar, sum eru 4 fjórðingar suður úr Suðuroynni.
Skiparin sprakk upp og gav boð um at seta bátin út, og seks mans fóru til árarnar. Hann hugsaði sum so, at teir kundu sleipa slupp­ina so mikið, at teir sluppu frá Flesj­unum.
Men vestanaldan var so tung og streymurin so harður, at har gjørdist einki.
Nú hoyra teir dun av brimi, og nú var at bera skjótt at. Tá rópaði skip­arin, at báturin skuldi koma aftur at borði. Allir menn skuldu fara av skipinum í bátin.
Teir, sum vóru í koyggjunum, blivu útpurraðir og fingu so dánt latið seg í einar buksur, so tað var ein løta hjá øllum monnunum at koma í bátin, sum illa rúmaði øllum teimum 19 monnunum.
Kumpassina høvdu teir tikið við. Men tá ið Petur, skiparin, kemur umborð stígur hann á kumpassina, og hon fór í knús. Hann fekk eisini nálina upp gjøgnum fótin. At missa kumpassina bøtti ikki um støðuna!
Teir vistu, at Falkur hevði fing­ið eina veldiga fylling. Tá var eis­ini blivið myrkt. Teir flutu so har vest­an fyri flesjarnar. Men tá bleiv frískur vindur. Skiparin var greiður yvir, at við egnari hjálp var eingin vón um at koma til lands. Einasta vón var at lova olmussu. So teir samtykkja at lata kr. 400 til heidningamissiónina, um teir koma aftur í øllum góðum.
Tað seinasta teir sóu til Falkin var tann reyða lanternan, sum hvarv í myrkrinum, og teir vistu nú, at hetta skip sóu teir ikki aftur.
Skipið fór so undan vindinum inn vestur eftir. Teir visti ikki, hvar teir vóru í myrkrinum. Teir róðu bara sum aldan setti. Teir roknaðu við at vera komnir vestur um flesj­arnar og róðu inn vestur fyri at fáa fatur í Suðuroynna. Áðrenn tað lýsti um morgunin, síggja teir eina lanternu. Hetta var eitt merkiligt ljós, viðhvørt sóu teir grøna ljósið og viðhvørt tað reyða. Teir royna at fáa samband við skipið millum annað við at bresta svávulpinnar, men eingin lætst um vón.
Teir fara so at rógva móti hesum skipinum, og nú síggja teir, at hetta er Falkurin, sum siglir undan teim­um. Teir royndu so at rógva so nær fram móti skipinum, sum tað var gjørligt. Men hetta var eisini vandamikið. Báturin var fullsettur av fólki, og tað skuldi lítið til, áðrenn tað kundi enda galið.
Nú ráddi um at fáa sett ein mann umborð á Falkin. Teir høvdu eina lissu í bátinum og gjørdu enda á Jens á Miðjørð, sum var por­ken­ingur. Hann fór upp í rongina, klár­ur at leypa, komu teir so nær.
Tá eydnaðist eisini Jensi at leypa inn á dekkið á Falkinum. Hann var kvikur og legði róðrið í borðið, tók mesanskeytið inn og fýrdi klyvaran av. So løgdu teir at borði, og tað vísti seg, at skipið var í sama standi, sum tá ið teir fóru frá tí. Tað var púra tætt og eingin dropi var í lastini. Teir tóku í pumpuna, men hon var lens beinanvegin.
Teir roknaðu við, at skipið var farið millum Stórufles og Bøllufles. Tí var tað komið vestur um uttan skaða. Róðrið var ikki bundið, og tískil sigldi skipið ymsar kósir.
Tá teir høvdu fingið bátin inn á dekkið, fóru teir norður um vestan­fyri, eystur um Nípubakkan og suð­ur á Tvøroyri. Tá var illveður av land­synningi, men teir komu inn á Tvør­oyri í øllum góðum. Tó fór mann­ingin ikki í land. Skiparin bað seta bát út og fór í land við tveim­um monnum. Fyrst fóru teir inn til reiðaran at greiða frá tilburðinum og bað hann senda 400 kr. til heid­ningamissiónina sum tøkk til Vár­harra fyri, at hetta spældi so væl av. Fatur fekst á eina aðra kumpass, og so vórðu seglini sett at fara til Íslands. Árið bleiv av tí allarbesta.
Teir fóru á beding, tá ið teir komu heim aftur. Tá sóu teir, at eitt petti var farið av kjølinum, tað var ikki ein fót til longdar. Eitt petti av steini var eisini farið inn í kjølin, so teir kundu staðfesta, at skipið hevði tikið botn. So har var eitt stórt mirakul hent.
----
Komandi partur
Vegna páskirnar verður Miðvikan aftur um tvær vikur. Tá verður millum annað greitt frá gerandislívi í Porkeri.