Torleif Bech: Meira um torvbátin í Porkeri

Í seinasta parti varð greitt frá syrgiligu vanlukkuni í Porkeri í 1952, tá ið fýra menn og dreingir í besta aldri doyðu. Hesa ferð hava vit nøkur ískoyti til hesa søgu

Óli Jacobsen

----
9. partur

Tá ið skrivað verður um eina slíka hending kemur altíð okkurt afturat frá somu og øðrum keldum. Her kann fyrst nevnast, at keldur eru sum ivast í leiklutinum hjá Esso Søldarfjørð í hesum sorgarleiki. Tær siga, at hesin bátur kom inn eftir fjørð­inum aftaná, at vanlukkan var hend.
Sum greitt frá í fyrra partin um torvbátin varð líkið av Pola funn­ið í sugguni í Kirkjubø. Hetta minn­ist Tróndur Patursson. Tað var abbabeiggi hansara, Sjúrður, sum sá “okkurt” í sjónum. Hann fór sjálvur annar í bátin, og tá var hetta eitt lík. Tað varð so fingið upp á land og lagt á ein stiga. Síðan varð tað sett inn í kirkjuna fyri náttina.
Dagin eftir varð líkið av Frits Christ­ian­sen, Frits klokkarin nevnd­ur, koyrt til Havnar á hospitalið. Frits hevði lastbil, sum eisini varð nýtt­ur sum líkbilur. Tað var javnan, at hann eisini koyrdi kistur úr Sana­tori­inum oman í býin.
Evi hevði fyrr upplivað at missa á sjónum. Um hetta greiddi beiggi hennara Andrew Godtfred í 2004 frá í FF-blaðnum:
“Niels Jespersen í Hovi hevði ført Silver Spray. Hann var forlovaður við systir míni Evi. Í 1936 var hann skipari á saltfiskaveiðu, men so varð hon umbygd til fiskiskap við snurriváð og fekk eisini nýggjan motor. Ein dani fór at føra hana um várið og summarið í 1937 fyri at læra manningina, hvussu veiðast skuldi við hesum tá ókenda reiðskapi. Mein­ingin var so, at Niels skuldu gerast skipari. Men ólukkutíð slerdi hann út á heimreisuni við Silver Spray, seinasta túrin danin var skipari. Tá skuldi Niels taka við”.
Tá fór Andrew við sum skipari.

Porkerisnes var eitt paradís
Í fyrra partinum høvdu vit frásøgn hjá Oddmar hjá Pola. Hann leggur afturat:
“Mær dámdi sera væl at koma út í Porkerisnes sum drongur, men hendan skaðadagin var so síðstu ferð, eg var úti í Porkerisnesi í nógv ár. Eg hættaði mær ikki út aftur í Porkerisnes fyrr enn í 1994, tá ið vit vóru og ferðaðust í Porkeri, kona mín og báðir synirnir. Vit vóru har úti aftur í 2005 og aftur seinni, so nú havi eg fingið eitt normalt forhold til at fara út aftur í Porkerisnes.
Ein góðan dag har úti fingu stund­ir at síggja, hvussu vakurt har er. Tá varn­aðust vit eisini, hvussu langt vit kundu síggja, og hvussu nógv­­ar oyggjar ein sær har úti.
Eg kann siga, at eg eri takksamur fyri, hvussu tað síðani er gingist okkum, hóast vit fingu tað stóru sorg, at yngsti beiggi okkara, Bjarni, sum bert var eitt ár í 1952, doyði í 1957, beint áðrenn hann fylti 6 ár. So vit eru nú trý systkin á lívi.
Hinu eru Ruth í Fuglafirði og Arne í Havn, sum eisini hava verið keldur til hesa frásøgn.

Vóru í Brøðrasamkomuni
Poli var sonur Onnu og Mikkjal Poulsen í Porkeri. Tey vóru millum tey fyrstu í Brøðrasamkomuni í Por­keri. Stutt eftir at Poli var føddur doyði mamman.
Mikkjal hevði lætt við at tosa við fólk. Hóast hann var í Brøðra­sam­komuni var hann væl við prestin Busch, so teir skiftu eisini orð um trúarmál.
Tað finst ein sálmur, sum Mikkjal hevur yrkt. Hann er prentaður í blað­­num Naade og Sandhed for unge og gamle, som Arthur Brend, ensk­ur tannlækni og trúboðari, og Dánjal J. Danielsen, kendur frá sín­um virksemi í Congo, fóru at geva út í 1915. Hesin sálmur hevur neyv­an staðið á prenti síðani, tí verður hann endurgivin í hesi grein:

O, Jesus, mine Synder har korsfæstet dig,
i bitreste Smerte du døde for mig.
Pris være da Lammet i Himmelens Kor,
højt lyder og Sangen hernede paa Jord!

Den Sang maa gjenlyde saa højt her i Dag,
for unge og gamle den vigtigste Sag.
Det vigtigste i Livet, som nogen tænke kan,
giv Jesus nu Æren, vore kære Frelsermand.

Tænk Sangen som lyder i Himlen i Dag,
den skal vi og synge i frydefuldt lag
for Tronen om Lammet, som døde for dig,
bliv med hos Jesus, det vil ogsaa glæde dig.

Ja, de som har arbejdet i Herrens store Sag,
belønnet skal blive af Jesus hin Dag.
Han som sidder ved Faderens højre haand
og hersker fra sin Trone over Hav og over Land.

Han bereder nu en Plads udi Himmelens Hjem,
for alle Guds Børn, kom og slut dig til dem!
For evigt at bo i den gyldne Stad,
tænk Ven paa de Stunder, vil du blive glad.

Tænk paa den hver Time, tænk paa den hver Dag,
lad det for dig være den vigtigste Sag,
her findes sand lykke, min Ven, saa god,
thi jeg er og frelst ud i Lammets dyre Blod.

Mikkjal Poulsen
----

Danbjørg í Sosialinum
Johan Danbjørg, tingmaður og lær­ari í Porkeri, hevði grein í Sosial­inum um hesa vanlukku við torv­bátinum, har hann millum annað skrivaði:
”Eingin veit frá einum at siga” sigur gamalt orðatak, og lagt verður aftrat ”Eingin veit frá fleiri at siga, tá ið eingin av teim ber boðini heim”.
Soleiðis hevur ofta hent í Porkeri. Tey elstu fólkini her minnast um seksti menn, ið druknaðir eru hiða­ni í bygdini.
Náttina millum 22. og 23. juli fórust fýra menn á besta aldri.
Veðrið var av tí allar besta, so eingin vardi um nakran vanda, men ”eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir.”
Napoleon Poulsen, 39 ár nú hann doyði, var tann fyrsti, ið fór sum skipari frá Føroyum til Bretlands við feskum fiski undir krígnum. Hann var tá ógiftur. Ein systur segði tá við hann: ”Tú Poli, tú mást ikki fara, tí tú kemur ikki livandi aftur.” Men Poli læði blídliga sum vanligt og segði: ”Trýrt tú at eg doyggi, fyrr­enn tíð mín er komin? Hevur Harr­in ætlað mær at doyggja, so doyggi eg, um tað er í túninum her”. Við góðum treysti fór hann avstað og sigldi millum minur, kavbátar og annað sum flúgvarar, ið skutu eftir honum, soleiðis at kúlurnar, komu gjøgnum stýrihúsið, har hann stóð og stýrdi. Líka djarvur fór hann næstu ferð avstað aftur, og líka so djarvur hevur hann bæði fyrr og aftaná bardagan siglt í ódnarveðri eysturi við Russland og vesturi við Grøn­land eins og við Ísland og Føroyar á vetri og sumri.
10 dagar áðrenn hann doyði kom hann eystaneftir við nærum full­um trolara, ”Høvdaberg”, sum hann var ein av oddamonnunum fyri at keypa, og sum hann førdi inn­til havið tók hann – ikki í Hvítahavinum ella við Grønlandi, hagar hann nú ætlaði sær; men tætt við heimbygd sína í slíkum dýrd­arveðri, sum sjáldan áður hevur verið.
Saman við honum fóru tríggir aðrir, sum eg eisini skal nevna. Napoleon var elstur av teim . Hevði fylt 40 ár nú um nakrar dagar.
Eftir situr einkja við 4 børnum. Tað elsta 10 ár.
Hin næstelsti var Jens Leo – 30 ár – sum eisini var av raskastu sjómonnum, men vegna tess, at hann er fáminingur, veit eg minni um hann. Fyri 6 árum síðani giftist hann higar til Porkeris. Eftir hann situr einkja við trimum smáum børnum. Tað elsta var 5 ár.
Í tí heimi, sum Jens Leo var inn­giftur í, hevði sorgin mangan áður verið. Eg kann soleiðis minna á tann sorgarleikin fyri 8 árum síðan tá ið motorbáturin ”Louisa” gekk burturvið fýra monnum. Tveir av teimum vóru brøður hennara, ið nú misti mann sín.
John Poulsen – 17 ár – var ein­asta barn. Pápi hansara Josva, bróður til Napoleon Poulsen, var motor­passari við ”Maritanu”. Hann fær nú tey tungu boð at hansara einasta barn – ein evnagóður unglingi – og bróðurin, ið búði undir líðini á honum, eru báðir druknaðir. Her verður tómligt at koma heim aftur.
Herman Eli Dam – 15 ár – var son­ur eina einkju. So har fellur sorg­in eisini tung yvir tapið av ein­um evnagóðum unglingi.
Beint nú fekk undirritaði bræv frá harra fólkatingsmanni P. M. Dam. Brævið byrjar soleiðis: ”Tøkk fyri títt seinasta bræv. Men áðrenn eg komi til tað, má eg bera fram mína samkenslu við øllum teimum, ið vara av teimum, ið so syrgiliga fórust á sjónum nú ein dagin.
Undarliga, at tað skal kunna bera so til, at menn, ið koma heim frá tí víða stóra havinum, har ið lívið altíð er í vanda, skulu koma heim at leggja beinini við okkara strendur í dýrdarveðri. Ófatiligt.
Skiparin á ”Høvdaberg” (Poli) var vorðin mín persónligi vinur. Vit vóru komnir so nógv saman í trupulleikanum við ”Høvdaberg”. Mær dámdi hann betri og betri, jú nærri eg lærdi hann at kenna. Ein stásmaður og rættur maður í orðsins besta týdningi. Tað er landa­skaði, tá ið slíkir menn doyggja á besta aldri frá starvi sínum, og bygd tykkara hevur mist nógv. Hinar menninar kendi eg ikki. Merkiligt sum Porkeri er rakt av óhappinum á sjónum. Havið hevur verið ein dýrur bróður.
Váttað næstingum mínar sam­kensl­ur og heilsað teimum frá mær.” Ja, soleiðis skrivar P. M. Dam privat til mín; men eg lati hesi orð fara framvið fyri lesararnar; tí tað sama siga øll tey, sum eg havi hitt í hesum tungu døgum.
Stórt og tapið og saknið.
Vit lýsa frið og signing yvir minni teirra.

Um Pola
Poli var føddur 25. august 1912, og hann tók skiparaprógv í 1935. Hann fór til skips í 1928 við Johan í Gjørð­um við Riddaranum. Hetta var árið eftir ta syrgiligu van­lukk­una í 1927, tá ið sjey mans av báti á Riddaranum druknaðu við Fagra­nesi uppi við Langanes í Íslandi.
Poli var við Riddaranum fram til 1932, tá ið hann fór við Gracie, har Jákup Nielsen, ættaður úr Nólsoy, var skipari.
Krígsárini sigldi Poli við Irex og var av og á skipari á henni.
Aftaná kríggið var Poli ein av oddamonnunum at keypa Høvda­berg, sum p/f Høvdin í Porkeri átti. Her var hann skipari fram til henda vanlukkan hendi.
Tveir dreingir uttan fyri ættina vórðu uppkallaðir eftir Pola. Børge Persson, sum eitt skifti var bý­ráðslimur í Havn, sigldi saman sam­an við Pola við Høvdaberg. Hann fekk um hesa tíðina ein son, sum fekk navnið Poli. Hans Pauli undir Stígnum í Porkeri,vinmaður Pola, fekk eisini um hesa tíðina ein son, sum longu var navngivin. Hann fekk eisini navnið Poli.

Um Jens Leo
Jens Leo var ættaður úr Fámjin og var giftur til Porkeris við Onnu, dóttir Johan Godtfred, beiggja Dias á Heyggi.
Hann hevði lært til skipara í 1945 og sigldi við ymiskum skipum fram til hesa vanlukkuna. Hann var giftur inn til verforeldrini, men hevði ætlanir um at fara at byggja, men hesum kom so ikki meira burt­ur úr.
Anna giftist 47 ára gomul við Jacob Heinesen í Porkeri. Tey fingu nøkur ár saman, men hann doyði eisini, so Anna gjørdist aftur einkja. Hon er nú 87 ára gomul.
Torleif Bech, sum var saman við Jens við Ósa, greiðir frá um tíð­ina saman við Jens: “Hann var við okkum um summarið í 1952. Vit mistu møguleikan at fiska við snurri­váð, tí fiskimarkið í Íslandi bleiv útflutt, so leiðirnar, sum vit vóru kendir við, vórðu stongdar. So vit fóru til saltfisk við Ósa tað summ­arið, áðrenn farið varð á sild. Vit vóru átta mans og royndu undir Føroyum. Tað var sera góður fiskiskapur, vit royndu á Munka­grunninum og vestan fyri Suður­oynna.
Eg skal nevna ein góðan dag. Vit fingu 22 skippund og var hetta besti dagur, ið vit gjørdu við Ósa til saltfisk, hetta var við snøri, lodd og tveimum húkum.
Jens og eg stóðu á bógnum. Eg nevni hetta fyri at minnast til Jens eisini, ein stak raskur maður, hartil vinsælur og góður at vera saman við. Herman og John vóru eisini fittir dreingir.”
----
Komandi Miðvika
Í komandi parti er Torleif við Agnes Louise, Beinisvørð og við trolara í Íslandi.