Annað árið á rað vórðu sonevndu Torradagarnir hildnir í Klaksvík í farnu viku. Í mun til í fjør, var tiltakið munandi víðkað hesuferð. Samanlagt góvu mongu tiltøkini eina fjøltáttaða lýsing av bæði teimum umstøðum, ið vinnulívið og serliga fiskivinnan virka undir og av trivnaðinum hjá Klaksvíkingum innan hesar karmar.
At Torradagarnir fevndu so breitt hesuferð gjørdi sítt til, at sera nógv fólk hava vitjað ella verður partur av tiltøkunum. Tí er gott støði lagt undir, at Torradagirnir eru komnir fyri at verða, heldur Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar Kommunu.
Umhvørvið og heilsa
Við lívinum hjá sjómonnunum sum útgangsstøði, byrjaði Torravikan við fyrilestrum um viðurskifti, sum ikki minst ávirka fiskivinnuna. Serfrøðingar røddu um veður og vind, fiskidagaskipan, veðurlagsbroytingar og dálking. Og til hvørt av hesum tiltøkum, var nógv gjørt burturúr at lata sjófólkið sleppa framat við spurningum, egnari vitan og hugleiðingum.
At umhvørvið eisini ávirkar okkara heilsu, munnu tey flestu verða greið yvir. Júst hvørji ítøkilig spor, eitt dálkað umvørvi kann seta likamliga, fingu fólk møguleika at kanna í Skálanum leygardagin, har tað millum annað bar til at máta lungaorku. Sera nógv fólk vóru til tiltakið í Skálanum, har fyrireikararnir nýttu høvi at markera Klaksvík sum Heilsubý.
Til Íslands og aftur
Eisini landafrøðiliga rukku Torradagarnir út um heimlig mørk. Sum kunnugt byrjaði Torravikan við avdúkingini av 100 ára frímerkinum hjá Klaksvíkar Kommunu. Og longu dagin eftir bórust tíðindini um frímerkið, ið sigst vera heimsins størsta í íslendska Morgunblaðnum.
Sjálvir góvu íslendingar eisini sítt íkast til fjølbroyttu Torravikuna, tá mentanarleiðarin í Kópavogi helt fyrilestur á serligum Íslandskvøldi í býráðhøllini í Klaksvík. Hetta kvøldið var eisini høvi at hoyra íslendskar klaver- og violinsnillingar framføra klassiskan tónleik.
Lippur og leikur
Hóast veðrið ikki var av tí besta í Torravikuni, høvdu nógv fólk aðrastaðni frá leitað sær til Klaksvíkar hesar dagarnar.
Sambært Dáva Winther, høvdu heil ferðaløg ymsastaðni frá sett stóran part av degnum av til Torratiltøkini. Fleiri áv teimum nýttu høvi at royna serliga hagreiddu Torra-lippurnar, sum ein matstova í Klaksvík borðreiddu við fyri síðani at enda dagin við at uppliva sjóleikin Sjóvvevur um Ainu Cederblom.