Torres til Liverpool

Leingi hevur Fernando Torres, at hann undir ongum umstøðum fer at venda Atletico Madrid bakið.

Hetta hevur hann tó gjørt, nú hann hevur skrivað undir sáttmála við enska Liverpool. Liverpool mátti av við 270 mió. kr. fyri 23 ára gamla stjørnuáleyparan, sum hevur fingið ein seks ára sáttmála við felagið úr Merseyside. Torres gerst harvið dýrasti leikari hjá felagnum undir leiðslu av Rafael Benitez.