– Heldur enn at okkara eldru skulu koma til okkum, halda vit, at tað er bæði menniskjaligt og rætt, at vit fara út til teirra. Hetta snýr seg um nærveru, virðing og at geva nakað aftur, sigur Bogi Andreasen, leiðari á Tórsgøtu.
Hann leggur afturat, at átakið ikki hevði latið seg gera uttan vælvild og gott samstarv við Heilsu- og eldranevndina í Tórshavnar kommunu.
AT GEVA AFTUR
Endamálið við átakinum er at skapa nærverandi tónleikaligar upplivingar og at geva nakað aftur til tey, sum hava slóðað fyri okkum og givið sítt íkast til samfelagið. At geva teimum góðan tónleik aftur fyri er, eftir okkara metin, tað minsta, vit kunnu gera.
Í fyrstu atløgu verður talan um eina royndarætlan, har konsertir verða hildnar triðjuhvørja viku. Trý eldraheim eru vald at byrja við, og hvørt eldraheim fær fýra konsertir í hesum tíðarskeiðnum.
Væl móttikið á eldraheimunum
Allir leiðarar á teimum eldraheimunum, vit hava tosað við, hava tikið sera væl ímóti átakinum.
– Vit gleða okkum longu til konsertirnar. Vit vita, hvussu nógv tónleikur merkir fyri búfólkini, og hvussu glað tey verða. Tónleikur skapar gleði, minnir og lív í gerandisdegnum, og okkara búfólk fara heilt víst at fáa nógv burturúr hesum, sigur Vár í Gong, leiðari á Boðanesheiminum.
Eisini politiskt verður átakið væl móttikið.
– Hetta er eitt gott dømi um, hvussu mentan kann vera við til at styrkja lívsgóðskuna hjá eldru menniskjunum í kommununi, sum ikki longur megna at fara til konsertir. Tá er gott, at tónleikurin kann koma til teirra, heldur enn øvugt, sigur Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Heilsu- og eldranevndini.
MENTAN EFTIR TEIRRA PREMISSUM
Við átakinum ynskir Tórsgøta at slóða fyri, at mentan og livandi tónleikur eisini eru ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá okkara eldru borgarum – har vit tillaga okkum til teirra umstøður, heldur enn at tey tillaga seg til okkara.
Fyrsta konsertin í royndarætlanini verður 29. januar á Boðanesheiminum, har Jens Marni Hansen fer at framføra.











