Í sambandi við ungdómsmentanartiltakið »Da Sjúka« verður parkeringsøkið í Tórsgøtu stongt fyri parkering fríggjadagin 17. juni kl. 15.
Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á torshavn.fo.
Leygardagin 18. juni verður ein partur av Tórsgøtu, frá Sverrisgøtu til Vágsbotn, stongdur fyri allari ferðslu frá kl. 8 til kl. 21.