Tórshavnar kommuna eigur at ganga nýggjar leiðir

...við at lata grundøkir til privat at byggja sínar eldra bústaðireindir á.

Á hendan hátt tænir TK bæði yngri og eldri borgarum hennara.

 

Eindirnar eiga at vera smáar við 8-10 bústøðum á uml. 60 m2. Hesi hava so felags vaskirúm, veitsluhølið, uppihaldsrúm og urtagarð.

 

Fyri at ogna sær lutin, mugu aðrar bústaðarognir hjá viðkomandi í kommununi seljast.

 

Við andlátið, má ognarluturin seljast øðrum, sum hinir ognarluteigarir í eindini eisini góðkenna.

 

Nýggjar leiðir mugu og eiga at roynast av TK, í royndini at gera munagóðar bústaðar batar í ein fart.

 

Bogi í Gil