Tórsódn komin til landið

Seinnapartin í gjaár kom Norrøna til Føroyar. Saman við øllum ferðafólkunum var eisini Tórsódn við. Tórsódn er ein 18 metrar høg meylduródn, ið møguleiki verður at royna á tivoli økinum á Skálatrøð á ólavsøku. Eisini vóru allir vinningarnir og nakrir nýggi tivoli aktivitetir við.

 

Komandi tveir dagarnar verður Tórsódn og restin av tivoli lutinum sett upp á Skálatrøð. Tivoli á Skálatrøð letur upp leygardagin kl. 16.00, men longu fríggjakvøldið kl. 19.00 verður møguleiki at royna Tórsódn.