Bergur var so argur um, at íslendingur hevði tosað enskt við hann á flatlondum, at Bergur svaraði aftur á donskum ella kanska gøtudonskum. Um íslendingar duga ”nóg væl” danskt, er neyvan nakað, sum vit føroyingar skulu gremja okkum um. Íslendingar læra danskt í skúlanum, so teir munnu klára tað, sum teir halda seg hava brúk fyri á málsliga økinum.
FØROYSKT OG ÍSLENDSKT ERU SYSTKIN. FØROYSKT OG DANSKT ERU TRÍMENNINGAR: Tískil átti ein føroyingur at tosað føroyskt við ein íslending og íslendingurin íslendskt við føroyingin!? Tað ber til við einum góðum vilja. So, Bergur, tosa føroyskt við íslendingin! Og gøtudanskt, um á stendur.
Hvussu nógv gera vit annars við íslendskt í føroyska fólkaskúlanum í dag? Íslendskur tekstur og bond hoyrdu til ta gomlu føroysku lesibókina.
Hoyrdi um føroyskar og norskar unglingar, sum tosaðu enskt sínámillum! Tað virkar eitt sindur løgið. Har mátti borið til at tosað gøtudanskt/skandinaviskt. Jú, tað kann vera hent at duga danskt, men neyvan hent at duga tað betur enn føroyskt!?
Hoyri av og á fjølmiðlafólk tosa flótandi danskt við norðmenn og sviar. Tað er margháttligt. Kanska eru vit so dansklig nú, at vit ikki duga gøtudanskt longur!? Tað er spell. Í dansktímunum plaga vit onkuntíð, men kanska ov sjáldan, at lesa/tosa gøtudanskt. Kanska áttu allir dansklærarar at gjørt tað av og á. Soleiðis kundu vit møguliga styrkt tað skandinaviska.
E.S. : Hatta lánið til íslendingar, sum er frálíkt, er annars ikki nógv at tosa um, tá vit hugsa um virðið á fiskirættindunum, sum vit hava fingið frá íslendingum í mong ár!
Við norðurlendskari kvøðu