Guðrun Sólja Jacobsen er eitt navn, sum hvørt mansbarn kennir. Men fyri bara tveimum mánaðum síðani, er tað ikki vist, at tey vóru so mong, sum kennast við navnið. Í øllum førum er tað púra vist, at danir ikki kendu hana tá. Men í dag vita so at siga øll, hvør henda unga, vakra og fryntiliga tvørágentan er.
Hon sang seg inn í hjørtuni á øllum áhoyrarum og hyggjarum hjá DR 2 fyri góðum mánaði síðani við sanginum Promise me hjá Beverly Craven. Og hóast hetta er ein avbera vakur sangur, so eru tað fleiri, sum als ikki kendust við sangin, áðrenn Guðrun sang hann. Hon sigur, at hon fekk eina fløgu sum gávu fyri nøkrum árum síðani, og har var sangurin uppi á.
? Je fall fyri honum beinanvegin, og mær dámdi hann bara so væl, sigur Guðrun, sum aftur verður at hoyra annaðhvørt 21. ella 28. mars í hálvfinaluni í Stjerne for en aften.
Hero
Tá Guðrun Sólja Jacobsen trínur aftur á pallin í Stjerne for en aften antin 21. ella 28. mars, fer hon helst aftur at bergtaka øll. Hon hevur valt ein annan sang, og er tað ongin minni enn Hero, sum Mariah Carey upprunaliga syngur
Herfyri gjørdi Guðrun endaliga av, hvønn sang hon fer at syngja í hálvfinaluni í Stjerne for en aften. Og hesuferð verður tað eisini ein stillur sangur við nógvum avbjóðingum til røddina. Sangurin Hero var eitt stórt hitt, tá hann kom út fyrst í níti-árunum. Guðrun hevur valt sang eftir avriki. Tað vil siga, at hon velur ein sang, sum rættuliga kann geva henni ein møguleika til at vísa, hvat hon kann við síni ótrúligu rødd. Og tað fer Hero uttan iva at geva henni.
Guðrun hevur ikki fingið endaliga at vita til hvørja av hálvfinalunum, hon skal verða við í.
? Eg havi bara fingið at vita, at eg skal halda báðar dagarnar fríar, og eg veit ikki, nær eg fái nakað endaliga at vita, sigur hon, tá ph_1 fær fatur á henni í matarsteðginum í miðnámsskúlanum í Suðuroy.
Hon er sera spent til hálvfinaluna, og hon er farin í gongd við at venja av álvara nú bert góðar tvær vikur eru eftir til fyrru hálvfinaluna.
? Sangurin spælir allatíðina heima. Umaftur og umaftur og umaftur, sigur Guðrun flennandi og leggur afturat, at hóast sangurin kemur at verða framførdur við hennara egnu tulking, so fer hann ikki at bróta so øgiliga nógv frá stílinum hjá Mariah Carey.
Navn:Guðrun Sólja Jacobsen
Føðingardagur:11.07.1982
Starv:Lesandi
Yndisorð:Tað gongur nokk
Hvat vildi tú verða, tá tú
vart lítil, tá tú vart stór?Djóralækni