Í gjár spældi 40 ára gamli Francesco Totti sín seinasta dyst fyri barndómsfelagið, AS Roma. Í 25 ár hevur hann verið ímyndin av høvðusstaðarfelagnum, og fleiri ferðir hevur hann avvíst stóru risarnar í Evropa.
AS Roma vann í gjár 3-2 á Geona í seinasta umfarinum av Seriu A. Francesco Totti og AS Roma vunnu silvur, eftir at Juventus sum væntað fór avstað við gullinum. Lokala hetjan bleiv skift inn í seinna hálvleiki til stóra gleði fyri heimaáskoðararnar.
Tað eru 8827 dagar millum fyrsta og seinasta dystin hjá Francesco Totti fyri AS Roma. Hann kom fyrstu ferð á vøllin 28. mars 1993 móti Brescia. Hann spældi seinasta dystin í gjár.
Til samans hevur Francesco Totti spælt 785 dystir fyri AS Roma. 619 av teimum í Seriu A. Bara Gianluigi Buffon, sum spælir enn við Juventus, og fyrrverandi AC Milan verjuspælarin, Paolo Maldini, hava spælt fleiri dystir í italsku landskappingini.
307 mál
Francesco Totti hevur skotið ikki færri enn 307 mál fyri AS Roma. 250 av teimum eru skotin í Seriu A. Metið hevur fyrrverandi spælarin, Silvio Piola. Francesco Totti hevur tó metið fyri flest mál fyri sama lið. Av teimum eru 91 skorað upp á 113 brotsspørk. Hann hevur skorað í 23 av teimum 25 kappingarárunum hann hevur spælt á besta liðnum.
Francesco Totti er eisini elsti málskjútti í Champions League, tá hann sum 38 ára gamal skoraði móti CSKA Moskova. Hann hevur skotið 8 mál í 58 landsdystum fyri Italia, har hann eisini hevur vunnið HM.
Hann hevur havt 17 venjarar í síni tíð sum spælari hjá AS Roma. Teir eru Vujadin Boskov, Carlo Mazzone, Carlos Bianchi, Nils Liedholm, Ezio Sella, Zdenek Zeman, Fabio Capello, Cesare Prandelli, Rudi Voeller, Luigi Delneri, Bruno Conti, Luciano Spalletti, Claudio Ranieri, Vincenzo Montella, Luis Enrique, Aurelio Andreazzoli, Rudi Garcia.
Tað bleiv bara til eitt meistaraheitið. Tað var í kappingarárinum 2000/2001. Francesco Totti er í dag 40 ára gamal.