Tað eydnaðist ikki teimum fronsku myndugleikunum at taka tann sonevnda Toulouse-mannin á lívi. Myndugleikarnir høvdu annars sagt, at tað ráddi um at taka mannin á lívi, so hann kundi koma fyri rættin og fáa sín dóm har.
Men tað, at maðurin eftir øllum at døma doyði í skotbardaga við hermenninar, ger, at hansara viðhaldsmenn fara at rokna hann sum pínslarvátt. Tað heldur í hvussu er Hans Jørgsen Bonnichsen (myndin), sum er fyrrverandi stjóri í fregnartænastuni hjá donsku løgregluni, PET.
-Eg ivist onga løtu í, at viðhaldsmenn hjá al-Qaeda fara at brúka hendingina sum propaganda, sigur Hans Jørgen Bonnichsen við danska kringvarpið.
-Nú fara viðhaldsmenn hjá al-Qaeda at siga, at ein, sum hevur samhuga við teimum, sum lata lív í stríðnum millum Ísrael og palestinar, verður tikin av døgum uttan at fáa nakran møguleika at verja seg, sigur fyrrverandi PET-stjórin við DR. Sjálvur heldur hann, at fransmenn kundu sloppið undan hesum, um teir bara lótu tíðina ganga.