Um fýratíðina leygarmorgunin varð boða frá eldsbruna í Fuglafirði.
Eldur var í Toy og Tógvhandlinum hjá Marjun Joensen, sum heldur til í nýggjum bygningi í Støð.
Men hóast skjótt var gjørt av, so stóð einki til at bjargaí handlinum og hann brendi í grund.
Vørurnar í handlinum eru eisini av tílíkum slag, sum lættliga brennir og tað hevur bara gjørt sløkkiumstøðurnar verri.
Orsøkin til eldsbrunan er enn ógreið, tí løgreglan hevur ikki havt møguleika at gera neyðugu kanningarnar. Takið á bygninginum smokkaði saman og tí var ov vandamikið at fara inn í bygningin.
Eldsbrunin var dyggur smeitur, hóast ognin var tryggjað.
? Bygningurin var væl tryggjaður, men ivasamt er um goymslan var nóg væl tryggjað, siga eigararnir.
Hvussu stórt virðið er sum er farið upp í royk er ikki heilt greitt, men bygningurin kostaði umleið tvær milliónir krónur at byggja.
? So einastaðni í millum tvær og tríggjar milliónir eru farnar fyri skeytið.
Tað eru ikki meiri enn tvey ár síðan flutt var inn í nýggja bygningin, sum var bygdur til handilsvirksemi burturav.
Ætlar at byrjað aftur
Hóast henda dygga smeitin, so ætlar eigarin, Marjun Joensen ikki at geva skarvin yvir.
? Ta náttina tað brendi, hevði hon bestan hugin at gevast, men nú hevur hon fingið dirvið til at halda áfram, sigur maður hennara Jóhan Heri Joensen í eini stuttari viðmerking við Sosialin.
Nær tað verður er ikki vist, tí fyrst skal bygningurin byggjast uppaftur og tað arbeiði kemur at taka eina tíð.
? Fólk frá tryggingini hava verið og hugt eftir bygninginum og teir roknað við, at útbjóðingartilfarið verður klárt um ein mánað.
Marjun Joensen ætlar sær ikki at leiga seg inn í annan bygning, meðan teirra bygningur verður gjørdur aftur og tí verður Toy og tógvhandilin stongdur ta tíðina.