Málsøki
Tinganes:Nýggja málsøkið, útjaðarapolitikkur, er úrslit av tí arbeiðið, millum onnur Útoyggjanevndin ehvur gjørt fyri at seta útjaðaran í Føroyum skilligari á landskortið, sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður, sum skal umsita útjaðarapolitikkin í landstýrinum komandi valskeiðið.
Enn veit Eyðun Elttør, landsstýrismaður, ikki nágreiniliga, hvat málsøkið fer at umfata, men vísir á, at tað fer at verða tengt at øðrum økjum so sum lendisnýtslu og umhvørvi, sigur hann.
Um umhvørvismál sigur hann, at gjørdar verða umhvørvisreglur, sum virkir og fyritøkur skulu halda.
Karmarnir verða settir av fyrisitingini, og so skulu virkini bara syrgja fyri, at teir verða hildnir, og málið nátt. Hvussu tey náa tí málinum, sum sett verður, fara tey sjálvi at ráða fyri, sigur landsstýrismaðurin.
Í aðrar mátar fer Oljumálaráðið at verða rikið á leið á sama hátt, sum Oljumálastýrið framman undan hevur verið rikið, sigur Eyðum Elttør, landstýrismaður við olju- og umhvørvismálum.