Útoyggjafólk handa Henrik Old skriv í morgin

- Fólk frá øllum útoyggjum hittast á Bursatanga fríggjadagin kl. 14.00 og ganga harfrá kravgongu yvir á Tinganes, at hitta landsstýrismannin í samferðslumálum, Henrik Old. 

 

Tað skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi til miðlarnar. Yviri á Tinganesi verður byrjað við tónleiki og sangi við Terja Rasmussen, Anfinni Nielsen, Jóan Jakku Guttesen, Kim Hansen og øðrum. Síðani fer Maud Wang Hansen at handa Henriki Old krøvini:

 

  • At Strandfaraskip Landsins fær hægri raðfesting NÚ.
  • At ein “ferjuætlan” verður gjørd fyri endurnýggjan av elligamla flotanum hjá Strandfaraskipum Landsins.
  • At eitt líkinda avloysaraskip verður útvegað, sum nøktar veruliga tørvin á smáu oyggjunum.

 

 

 

- Síðani fara umboð fyri ymisku oyggjarnar at handa Henriki Old skriv, sum lýsa avleiðingarnar, ið samferðslu-ruðuleikin hevur á gerandislívið og vinnulívið í teirra økjum, skriva tey.