Ragnar Niclasen, sum í dag er 51 ára gamal, er føddur og uppvaksin í
Klaksvík, sonur Elly og Eivind Niclasen.
Liðugur við skúlan var hann tveir túrar við trolaranum Vesturvón, síðan
arbeiddi hann á heilsøluni hjá Kjølbro í umleið 4 ár.
Hesa tíðina var hann eisini sunnudagsskúlalærari í samkomuni í Betesda.
Hetta dámdi honum sera væl, og hann fekk hug at útbúgva seg meira innan
hetta øki og slapp inn á ein bíbliuskúla hjá New Tribes Mission í Wisconsin
í USA. Hann fór á skúlan við tí í hyggju at byrja aftur sum
sunnudagsskúlalærari, tá hann kom heim aftur til Føroyar.
Skúlin byrjaði í august 1974. Tá Ragnar skuldi í summarfrí í 1975, sá hann
eina lýsing á skúlanum, har søkt var eftir fólki at hjálpa til at byggja
eini hús hjá einum trúboðara í Bolivia. Hann helt, at hetta ljóðaði sera
áhugavert, og slíkan møguleika fekk hann ivaleyst ikki aftur, so hann fór
til Bolivia og var har í átta vikur.
Meðan hann var í Bolivia, fekk hann møguleika at vitja tann ættarbólkin, sum í 1942 drap teir fyrstu trúboðararnar hjá New Tribes Mission. Hann vitjaði eina samkomu í hesum ættarbólkinum, og tá hann sá stóru broytingina, sum var farin fram har ? góð 30 ár eftir at trúboðararnir vóru dripnir - gjørdi hann av, at tað var eina slíka uppgávu, hann vildi brúka lív sítt til.
Ragnar gjørdi seg síðan lidnan við skúlan í USA og kom heim aftur til Føroya á jólum í 1975. Í januar 1976 fór hann á ein venjingarskúla fyri trúboðarar í Ontario í Kanada. Har møtti hann Liz, sum er úr Nova Scotia í Kanada, hon var har í somu ørindum sum hann. Tey blivu trúlovaði og giftust á heysti 1976 og vórðu liðug við skúlan á vári 1978.
Til Filipsoyggjarnar
Í apríl 1979 vórðu Ragnar og Liz send sum trúboðarar hjá New Tribes Mission til ein ættarbólk í Norðurfilipsoyggjunum, har tey vóru í 11 ár. Har eru í dag tvær samkomur við tilsamans 70 fólkum í tveimum ymiskum bygdum við tilsamans 1200 íbúgvum.
Síðan 1992 hava Liz og Ragnar arbeitt á skrivstovuni hjá felagsskapinum í
miðbýnum í høvuðsstaðnum Manila, har tey hava havt ábyrgdina av at umsita tað, sum myndugleikarnir krevja, fyri at trúboðararnir kunnu virka í
landinum.
Í februar í ár fluttu tey til eina bygd 250 km norðan fyri Manila, har tey
hava ábyrgdina av upplýsing og kunning til trúboðarar, sum eru farnir til
aðrar ættarbólkar á Filipsoyggjunum, ið enn ikki hava hoyrt gleðiboðskapin.
Ragnar og Liz eiga tveir dreingir, sum báðir eru húsasmiðir: Ryan, sum er 25
ára gamal, hann hevur konu úr USA, tey búgva við Niagarafossin. Graig, sum er 23 ára gamal, hann giftist 3. apríl 2004 og býr í Birmingham í Onglandi.
Ragnar sigur, at tey hava upplivað nógv ymiskt hesi árini á Filipsoyggjunum
sum t.d. jarðskjálvta, statskvett, eldgos, og sín besta vin tiknan sum gísla,
men teirra størsta gleði er at síggja fólk í ættarbólkunum koma til trúgv og
tær broytingar, ið tað førir við sær.
Lis og Ragnar Niclasen hava vitjað í Føroyum síðan 19. apríl, og fríggjadagin 4. juni gongur leiðin aftur til Filipsoyggjarnar.