Trý feløg afturat taka seg úr Super Leauge

Ætlanin at stovna eina Superligu í Evropa er endaliga farin fyri bakka, tí nú eru bara trý feløg eftir

Tað var eitt ramaskríggju um alt Evropa, tá ið ætlanin varð kunngjørd at gera eina serliga superligu í Europu fyri tey fremstu liðini. Eftir ætlan skuldu 20 av fremstu feløgunum í Evropa vera við, har 15 av londunum skuldu vera føst lið í kappingini, og sum sostatt ikki kundi fara úr liguni, sama, hvussu illa tey kláraðu seg.

Uefa hevur hótt við at tveita bæði spælarar og lið úr øllum kappingunum, og bæði fótbóltsfeløg, spælarar, venjarar, viðhaldsfólk og politikarar hava lagt stórt trýst á feløgini at sleppa ætlanini.

Og sum dagurin í gjár fór at líða, hoyknaðu liðini undir trýstinum og tá ið dagurin í gjár legði saman hendur, høvdu øll tey seks liðini í Onglandi, sum skuldi vera við, tikið seg úr ætlanini. Talan er um Arsenal, Chelsea, Manchester City, Manchester United, Liverpool og Tottenham.

Tað fekk nógv at meta, at nú var ætlanin deyð í føðingini, tí ein slík liga, við ongum enskum liðum, er veruleikafjar. Sky sigur eisini, at tað fekk ein av stigtakarunum, Andrea Agnelli, sum eisini er oddamaður í Juventus, at ásannað, at ætlanin er farin fyri bakka, tí eru ensku liðini ikki við, hevur ein slík kapping onga framtíð.

Men í dag hava bæði Atletico Madrid, Inter og Milan, eisini boðað frá, at tey taka seg úr ætlanini, so nú eru bara trý av teimum upprunaliga, stovnandi feløgunum, eftir, sum formliga ikki hava latið hoyra frá sær, nevniliga Barcelona, Juventus og Real Madrid.