?Trý fet fra tilveruni? er heitið á nýggjari fløgu, sum Høgni Reistrup gevur
út í dag.
Føroyski sangarin og tónleikarin, Høgni Reistrup, gevur í dag út nýggja fløgu.
Fløgan varð tikin upp í Nólsoy og Havn í fjørsummar og síðani ljóðblandað í Dublin. Tað er írin Kieran Lynch, ið hevur ljóðblandað fløguna.
Hann hevur áður arbeitt við stórum altjóða nøvnum - eitt nú við heimskenda írska bólkinum U2 og harafturat R.E.M. og Elvis Castello.
Høgni Reistrup fer í apríl á konsertferð í Føroyum í sambandi við fløguútgávuna. Hvar og nær konsertirnar verða, verður kunngjørt seinni.
Á fløguni eru tíggju skeringar við føroyskum tekstum. Høgni hevur framleitt
fløguna saman við Ísak Sambleben.
Føroyska plátufelagið Tutl gevur fløguna út.