Ikki færri enn tríggjar ferðir ringdu smábátar til løgregluna í Havn at biðja um hjálp, so tey á sjógbjargingarstøðini, MRCC, í Havn, høvdu ein strævnan dag – men tíbetur gekk alt væl.
Fyrsta fráboðanin kom í gjáramorgunin, tá ið ein bátur á Norðhavinum bað um hjálp, tí hann hevði trupulleikar við róðrinum og fekk ikki stýrt. MRCC sendi boð eftir Brimli, men áðrenn hann hevði loyst, ringdi báturin aftur og boðaði frá, at trupulleikin var loystur, so meiri varð ikki gjørt við tað.
Aftur klokkan 16 seinnapartin í gjár ringdi ein útróðrarbátur til løgregluna, tí motorurin varð steðgaður. Hann var staddur 10 – 15 fjórðingar vestur úr Sandoynni. Ein maður var umborð, hann hevði telefon, men hann hevði so lítið battarí eftir, at tey á MRCC fingu akkurát boð til hann, og fingu hann at tendra VHF – sendaran, so alt samskifti kundi ganga tann vegin.
Boð vórðu send eftir bjargingarbátinum, Sverra, sum fór eftir honum og tók hann upp á sleip. Tað var fitt av aldu, so tað varð ein drúgvur dagur, og tað var ikki fyrr enn á midnátt tey vóru í Skopun við bátinum.
Álvarsligasta hendingin var ein bátur, sum ringdi til løgregluna í klokkan 18 í gjárkvøldið at boða frá, at hann fekk ikki motorin í gongd aftur. Hann var staddur ein fjórðing vestur úr Saksun.
Ein maður var umborð og hann greiddi frá, at tað rullaði illa, og hann var dottin. Hann hevði telefon við, men hann fekk akkurát boðini frá sær, so var battaríið tómt. Hann hevði eisin VHF umborð, men hann fekk hann ikki at rigga.
– Vit vóru eitt sindur nervøsir, tí vit fingu ikki samband við hann, Tað var myrkt og báturin var myrkur, samstundis um at vit heldur ikki vistu hvussu standurin var umborð, eftirsum maðurin var dottin. Harafturat vistu vit ikki nágreiniliga, hvar báturin var, siga tey á MRCC.
Bjargingarbáturin, Vón, sum var á Eiði, fór at leita við fýra monnum, samstundis sum at tyrlumanningin fekk boð um at gera seg til reiðar. Vón leitaði eina góða løtu, áðrenn teir funnu bátin. Og tá ið teir funnu hann, var tað bara tí at maðurin umborð hevði lummalykt, og fekk givið boð við henni.
Tveir mans av Vón fóru umborð á bátin, samstundis sum at tyrlan fekk boð um, at vandin var av. Báturin varð sleipaður inn á Vestmanna, hagar teir komu á midnátt. Av tí at maðurin var dottin, og gramdi seg um pínu í rygginum, vórðu boð send eftir sjúkrabili og maðurin fór á Landssjúkrahúsið til kanningar, men hann hevði ikki fingið mein.
Á MRCC brúka tey hetta høvið til at heita staðiliga á tey, sum fara í bát um at kanna VHF – sendaran áðrenn tey fara, og tað gera tey við at kalla á Tórshavnar Radio. Samstundis heita tey á fólk um eisini at tryggja sær, at hava nokk av battaríi á telefonini, áðrenn tey fara í bát.