Teir tríggir landsstýrismenninir, sum allir búgva í Suðuroyar, fáa 64.560,08 krónur í løn. Harav eru 13.506,91 krónur skattafrítt kostnaðarendurgjald og 2.349,03 krónur skattafrítt borðfæ.
Løgmaður fær 64.289,49. Harav er 7.047,09 krónur skattafrítt borðfæ. Av tí at løgmaður býr í Havn fær hann einki kostnaðarendurgjald.
Rósa Samuelsen, sum býr í Sandavági, fær 62.798,31 kronur í løn. Hennara kostnaðarendurgjald er 11.745,14.
Helena Dam á Neystabø, Aksel V. Johannesen og Annika Olsen búgva øll í Havn, og tí fáa tey einki borðfæ. Tey fáa tí »einans« 51.053,17, harav 2.349,14 krónur eru skattafrítt borðfæ.
Jørgen Niclasen, sum í síðstu viku fór frá sum landsstýrismaður, fær sína grundløn næstu seks mánaðirnar, 48.704,14 krónur. Hann fær eisini løn sum løgtingsmaður og formaður í fíggjarnevndini.