Frá 29 juni til 2 juli verður kapping um norðurlendska meistaraheitið í bogaskjótin, NUM 2018, í Larvik, Norra.
Talan er um eina ungdómskapping har skjúttar úr Danmark, Norra, Svøríki, Finnlandi, Íslandi og Føroyum fara at kappast. Tríggir føroyskir bogaskjúttar verða við, Aleksandur Leitisstein, Hans Jákup Højgaard og Sámuel Petersen, sum allir compoundar og úr bogaskjótifelaginum Ørvi í Runavík.
Tilsamans verða einir 280 skjúttar í teimum ymisku bólkinum, men í bólkinum ‘Compound Cadet Men’, har okkara skjúttar skula kappast, eru tað 14 skjúttar.