Allir fýra føroyingarnir, sum spæla í tveimum teimum fremstu norsku deildunum, vóru í dysti um vikuskiftið. Úrtøkan var góð. Tað bleiv til tríggjar føroyskar sigrar, og allir føroyingarnir sluppu á vøllin.
Í Eliteserien fingu Gilli Rólantsson og Brann fulla úrtøku, tá ið teir vóru á vitjan hjá Sarpsborg 08 og vunnu 2-1. Gilli spældi fyrstu 82 minuttirnar fyri Brann, sum nú er nummar tvey í deildini.
Í næstbestu deilidini vann Sandnes við Ára Mohr Jónssyni á vøllinum allan dystin 1-0 á heimavølli ímóti Levanger. Sandnes hevur fult stigatal eftir fyrstu tríggjar dystirnar og er einsamalt oddalið í OBOS-Ligaen.
Føroyingauppgerð var ímillum Aalesund og Florø, har tann Molde-útleigaði Sonni Ragnar Nattestad og liðfelagarnir í Aalesund vunnu greitt 4-0 ímóti Patrik Johannesen og teimum í Florø. Sonni Ragnar Nattestad spældi allan dystin, meðan Patrik Johannesen spældi seinna hálvleik.