Eftir at hava verið tíggju vikur undir jørð kom tann 31 ára gamli Florencio Avalos sum tann fyrsti upp úr kilska San Jose-koparnáminum í nátt. Uppiá stóðu konan og dótturin og tóku ímóti honum, og aftaná kom kilski forsetin, Sebastian Pineira, og hálsfevndi hann.
Ein tíma seinni kom næsti maður upp úr náminum. Tað var tann 39 ára gamli Mario Sepulveda, og beint eftir klokkan seks okkara tíð kom Julan Illanes sum tann triði.
Kilsku bjargingarmyndugleikarnir siga, at tað tekur millum 15 og 20 minuttir at fáa ein mann upp úr náminum, men av tí at tað tekur munandi longri tíð at lora hylkið niðuraftur, ber tað ikki til at bjarga meiri enn einum manni um tíman.
Myndugleikarnir siga, at alt gongur sum ætlað.