Tríggir nýggir komu á listan

Samlaða talið á landsliðsspælarum er nú 73, og um alt gongur, sum roknast kann við, so fer Óli Johannesen at spæla 50. landsdystin, tá HM undankappingardysturin í Moskva verður á skránni

 

Landsdystur


Tað er ongantíð áður komið fyri, at átjan føroyskir spælarar hava verið við í einum og sama altjóða skrásetta landsdysti. Í fjør komu allir spælararnir inn í vinardystinum í Liktinstein, men tað vóru bara í ferðalagnum (Føroyar vunnu 26. apríl 1?0). Tá Føroyar 2. juli í 1995 taptu vinardyst í Íslandi 2?0, komu allir spælararnir á vøllin. Ta ferðina var tað merkisvert, at bara fjúrtan spælarar vóru í ferðalagnum.

Av teimum átjan spælarunum, sum í fyrrakvøldið vóru við til at greiða málleysa javnelikin í Svøríki, royndu tríggir seg fyri fyrstu ferð á a?landsliðnum.Tann fyrsti teirra at koma á vøllin var Súni Olsen. Tá hann í 58. minutti avloysti Fróða Benjaminsen, gjørdist hann 71. føroyski landsliðsspælarin, síðani Føroyar í 1988 fóru at spæla FIFA skrásettar landsdystir. Í alt hava Føroyar spælt 70 altjóða skrásettar dystir. Súni Olsen er føddur 7. mars í 1981. Hann er tískil 19 ára gamal, og hann var yngsti maður í ferðalagnum, sum var í Svøríki.

Hinir báðir nýggju menninir komu á vøllin í senn. Teir vóru Andrrew av Fløtum úr HB og Christian Høgni Jacobsen úr NSÍ. Teir vóru á vøllinum síðstu trettan minuttirnar. Andrew av Fløtum er føddur 13. juni í 1979, og Christian Høgni Jacobsen er føddur 12. mai í 1980. Teir vóru báðir í ferðalagnum, sum var í Sveis í oktober, men hvørgin teirra kom á vøllin í 5?1 tapinum.

NSÌ telist ikki millum feløgini, sum hava verið best umboðað á landsliðnum. Christian Høgni Jacobsen er bara triði NSÍ maðurin á landsliðnum. Hinir báðir hava verið Djóni N. Joensen og so Jens Martin Knudsen. Spæliloyvið hjá málmansveteraninum er framvegis í Leiftri, men hann venur í ár við NSÍ og fer tískil sjálvsagt at umboða barndómsfelagið á landsliðnum seinni í ár (um hann verður úttikin!).

Súni Olsen er næsti spælarin, sum umboðar eitt hollendskt felag á landsliðnum. Hin spælarin, sum hevur umboðað eitt hollendskt felag á landsliðnum, er Jan Allan Müller. Hann spældi í síni tíð 34 dystir og skoraði fýra mál. Tá Føroyar 1. mai í 1991 megnaðu 1?1 í Belfast, umboðaði Jan Allan Müller Go Ahead Eagels.


Óli næsti maður

Hvøjra ferð hann er á landsliðnum setur Allan Mørkørre nýtt met. Mikukvøldið var hann á landsliðnum fyri 53. ferð. Dygst í hølinum á vongverjanum er Jens Martin Knudsen, sum mikukvøldið var í málinum fyri 52. ferð. Teir báðir veteranarnir eru teir einastu, sum hava spælt fleiri enn hálvt hundrað landsdystir.

Næsti maður á listanum er Óli Johannesen.Mikukvøldið var hann fyri 48. ferð á landsliðnum. Um alt gongur, sum tað verður roknað við, so fer Óli Johannesen at spæla fyri 50. ferð á landsliðnum í HM undankappingardystinumj á olympiska stadion í Moskva. Tað verður 31. mars. Fýra dagar frammanundan verður HM undankappingardystur í Luksemburg.

Næstu menninir á listanum eru Todi Jónsson og Øssur Hansen, sum mikukvøldið spældu fyri 42. ferð á landsliðnum.

Pól Thorsteinsson var mikukvøldið á landsliðnum fyri 20. ferð. Leikbannið eftir útvísingina í Prag í fyrraárið kostaði fyrrverandi Vals manninum seks landsdystir, og leikbannið fer eisini at kosta dystin í Luksemburg. Pól Thorsteinsson verður tøkur aftur í HM undankappingini, tá Føroyar fara at spæla í Moskva.