Hvørki Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður við heilsumálum, Poul Geert Hansen, sjúkrahússtjóri, ella Jana H. Dalsgaard, forkvinna fyri Felagið føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, vildu siga nakað um, hvat kom burturúr fundinum.
Poul Geert Hansen, sjúkrahússtjóri, sigur at talan var ikki um samráðingar, men at hann bara var við sum embætisfólk hjá landsstýrismanninum. Landsstýrismaðurin Hans Pauli Strøm sigur, at hetta er ikki eitt politiskt mál, men eitt mál sum leiðslan á sjúkrahúsinum má taka sær av. Poul Geert Hansen er ein av leiðarunum á sjúkrahúsinum, nevniliga sjúkrahússtjóri, men á fundinum var hann bara embætisfólk hjá landsstýrismanninum.
Siga onki um málið
Hvat hetta málið snýr seg um, tað vil ongin siga nakað um. Jana H. Dalsgaard, forkvinna fyri Felagið føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, hevði í gjár ikki tíð at gera viðmerkingar til málið áðrenn evstamark, tí hon sat á fundi. Á skrivstovuni hjá Felagnum føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar siga tey, at tey fáa onki sagt um málið.
Vil ikki inn í málið
Men Hans Pauli Strøm sigur, at hann vil verða kunnaður um málið, men hann vil ikki fara inn í málið, tí so heldur hann seg seta leiðsluna á sjúkrahúsinum til viks.
Hans Pauli Strøm nýtti orðið "málið" um fundin við Felagið føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, men tað bar ikki til at fáa at vita, um "málið" snýr seg um eitt møguligt verkfall. Poul Geert Hansen, sjúkrahússtjóri, sigur, at hann hevur onki hoyrt um nakað verkfall. Felagið føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar boðar frá, at fjølmiðlarnir skulu nokk fáa at vita, tá nakað nýtt frættist í "málinum."
--
Myndatekstur: Hans Pauli Strøm vil ikki siga, hvat málið snýr seg um
Mynd: Jens Kr. Vang