Tríggir stjórar á Havstovuni

Fyrsti stjórin á Havstovuni, Jákup Sverri Joensen, er í dag 90 ára gamal, og hann var millum gestirnar við almennu móttøkuna á stovninum seinasta fríggjadag. Tá Havstovan skipaði fyri almennari móttøku í sambandi við stjóraskiftið á stovninum seinasta fríggjadag, varð hendan frálíka myndin tikin.

Teir tríggir á myndini eru Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Havstovuni, seinastu 22 árini, Jákup Sverri Joensen, ið var fyrsti stjóri á stovninum - og síðan nýggi stjórin, Eilif Gaard, sum nú hevur tikið við leiðsluni.

Hjalti í Jákupsstovu tók við starvinum, tá Jákup Sverri Joensen, sum í dag er 90 ára gamal, fór frá vegna aldur.

Eilif Gaard er doktari í havlívfrøði og hevur starvast á Havstovuni síðani 1987.