Upptakt
Eftir sigurin í Runavík eru ynskið hjá viðhaldsfólkunum hjá HB vorðið til nakað væl meira enn bara eina vón. Høvdu ensku bookmak?arnir eisini verið í Føroyum, var alt spæl á ein meistara helst steðgað nú, og tey flestu eru eisini av teirri fatan, at HB longu hevur ognað sær heiðursmerkini.
Enn eru tó níggju stig eftir at spæla um hjá liðnum, og so leingi sum teoretiski møguleikin fyri spenningi er til staðar, er ikki alt avgjørt.
Ein dyst ísenn
Alt hetta eru teir í HB-hópinum eisini fult greiðir um. Sum skilst, so hava venjararnir báðir hesa vikuna lagt stóran dent á týdningin, sum tað nú hevur, av at taka ein dyst í senn. At trý stig sunnudagin eru fyrsta fortreytin fyri einum møguligum meistaraheitið. Og tí eru kanska heldur ikki so stór sannlíkindini fyri, at havnarmenninir fara at taka ov lætt upp á uppgerðina móti Skála.
Men tað er tó einki at ivast í, at lagið er gott í hópinum, og at roknað verður við einum sigri. Í mun til dystin móti NSÍ má HB hesa ferð verað Nicu Dogaru fyriuttan. Hann fekk fimtagula kortið í ár móti NSÍ, og verður tískil noyddur at sita uttanfyri. Hallur Danielsen er upplagdur avloysari til plássið á miðvøllinum, men venjarin hevur so eisini onnur kort at spæla við.
Einasta ivamálið hjá HB undan dystinum tykist vera Nocko Jokovic, sum aftur hevur fingið nakað av pínu í ryggin. Spurningurin er so, um hetta er nóg mikið til at halda vandamikla álopsmanninum uttanfyri, nú gullmerkini eru somikið nær.
Verja stigið
Skála slapp sær við sigrinum seinasta vikuskiftið av niðasta sessinum, og málið hjá teimum er sjálvsagt at halda seg omanfyri TB trý tey seinastu umførini.
Nýggi venjarin, Hans Jákup Davidsen, hevur framvegis 100% úrtøku við liðnum, men í Skála eru teir tó greiðir um, at hetta í øllum førum verður trupult at halda fast um sunnudagin. Boðini eru, at størstur dentuirin verður lagdur á verjupartin, og so verður bara dúvað upp á kontrabóltar. At Skála so eisini kann hjálpa kommunufeløgunum úr Runavík, um teir taka stig frá HB, man neyvan gera tað verri, men fyrst og fremst skala Skála tó hjálpa sær sjálvum.
Sagt verður annars, at Skála hevur mest sum alt fólkið tókt. Dánjal Hansen hevur verið skaddur í fótliðinum í longri tíð, og hann verður neyvan tøkur. Vandi var eisini fyri, at Pauli Poulsen ikki fór at vera við, eftir at hann breyt tvær tenn í dystinum móti EB/Streymi, men hann hevur verið hjá tannlækna nakrar ferðir, og hevur eisini vant í vikuni. Esiini er málverjin, Eugen Voda, sum hevði leikbann seinast, við aftur í hópinum, sum soleiðis er á leið so sterkur, sum tað ber til, og tað verður eisini neyðugt, um stig skulu fáast burturúr móti liðnum, sum eftir øllum at døma er hitt sterkasta í ár.